TAÐ SKAL LOYSA SEG AT ARBEIÐA HJÁ PENSJÓNISTUM

 

Pensjónistar hava
fingið søguliga stóra hækking í pensjónini seinastu 4 árini. Eisini er
mótrokningin millum hjún tikin burtur. Men mótrokningin, tá arbeitt verður,
skal nú broytast. Tí tað skal altíð loysa seg at arbeiða – eisini hjá
pensjónistum.



Pensjónin er betrað



Stakur
pensjónistur uttan aðra inntøku hevur nú minst 1.500 kr. – eftir skatt – meira
at liva av um mánaðin, enn tá samgongan tók við. Hetta er størsta hækking í
pensjónini, í einum valskeiði, í hesi øldini. Hartil er sokallað javningarlóg
sett í verk, ið tryggjar, at allar pensjónir hækka, so hvørt lønir og prísir
hækka. Men framhaldandi skal meira gerast – og verður pensjónsviðbótin tann, ið
skal styrkjast í næstum.



Mótrokning millum hjún er strikað



Eisini hava vit
broytt tað soleiðis, at giftir pensjónistar kunnu velja, at strika
mótrokningina millum hjún, í mun til inntøku hjá einum av makanum. Hetta er
eitt stórt framstig.



Mótrokning í mun til aðra inntøku skal broytast



Fyri tey, ið
gerast pensjónistar frá 1. januar 2020 er mótrokning í mun til aðra inntøku
broytt soleiðis, at mótroknað verður munandi lagaligari fyri hvørja krónu tú
tjenar. Hetta fyri at tryggja, at tað altíð loysir seg at arbeiða – eisini fyri
pensjónistar. Vit fara at bjóða verandi pensjónistum tað sama, og harvið munandi
broyting til tað betra. Pensjónsnýskipanin gevur eisini fleiri aðrar møguleikar,
og størri frælsi til pensjónistar.



Hevur tú tørv á, at útseta ella framskunda
pensjónina?



1. januar 2020
hava vit broytt tað so, at pensjónsskipanin verður munandi meira tillagað til
tørvin hjá tí einstaka. Tú kanst velja at fáa pensjónina út við pensjónsaldur.
Men eisini vera aðrir møguleikar. Eitt nú, at velja “útsetta pensjón”, har tú
velur ikki at fáa fólkapensjón út. Í staðin veksur hon fyri hvønn dag tú ikki
velur at móttaka hana. Tá tú so sigur frá, at tú vilt hava pensjónina, verður
hon væl hægri, restina av lívinum. Eisini fert tú at kunna velja “framskundaða
pensjón” upp til 3 ár áðrenn pensjónsaldur. Hetta um tú ert slitin av
arbeiðsávum, og tí hevur tørv á, at fara av arbeiðsmarknaðinum.



Øll hava rætt til góða pensjón



Nógv eru av
arbeiðsmarknaðinum eitt tíðarskeið. Fáa tá útgjald eitt nú úr Barsilsskipan,
ALS og Almannaverkinum. Allar hesar tíðaravmarkaðu lønarlíknandi veitingar hava
vit nú lagt lógarálagda eftirlønargjaldið omaná. Hetta er vaksandi upp í 12%.
Hetta er ein munandi uppraðfesting, og tryggjar, at øll fáa eina góða eftirløn
við pensjónsaldur. Fyri framman stendur at tryggja, at eisini tey, ið fáa
varandi lønarlíknandi veiting – fyritíðarpensjón - skulu hava eftirløn omaná,
so eisini tey eru væl fyri, tá tey røkka pensjónsaldur.



Søguliga stórur skattalætti



Pensjónsskatturin
er hartil broyttur munandi. Vit hava avtikið 40% flatskattin við inngjald til
egna pensjón. Broytt hetta til stigvaksandi pensjónsskatt úr 30% upp í 40%.
Hetta er ein søguliga stór pensjónsskattalækking – serliga til láglønt. Eisini
er vanligi landsskattastigin gjørdur meira stigvaksandi við 5% lækking av
lægsta landsskattastiginum. Hetta hevur gjørt, at øll lág- og miðallønt – og pensjónistar
– hava fingið munandi lægri skatt. Soleiðis hava vit býtt virðini javnari og
minkað ójavnan.



Nógv gott er framt – men nógv skal fremjast
afturat



Nógv er sostatt
framt seinastu 4 árini, fyri at betra um korini hjá pensjónistum. Enn vilja vit
tó fremja nógv afturat. Tí øll hava rætt til eina góða pensjón.



Vóni at vit fáa títt
álit á løgtingsvalinum leygardagin – so vit saman fáa framt hetta í verki.



Kristina Háfoss

Landsstýriskvinna og
valevni fyri Tjóðveldi