Tað klæðir løgmanni, at hann slepti epidemilógini


- men als ikki valdsgraða Politistafelagnum, at tað ikki kennir sína tænasturollu og heldur tátt – og hetta er hví:



Epidemilógin er víðgongd og víðfevnandi, tí hon ger seg beint inn á okkara
frælsi og rættartrygd. Hon tekur súrt vunnin frælsisrættindi frá okkum borgarum;
og hvat enn politikarir lova og fólk trúgva, er ongin grund yvirhøvur at, ja,
trúgva teimum, tí søgan fortelur okkum, at tey ráðandi als ikki eru nakað
serliga altrá eftir at geva aftur heimildir, tá kreppan – sum forvoldaði hana –
er av.



Søgan fortelur okkum nevniliga, at tey ráðandi als ikki eru so altrá eftir
at geva aftur hesar heimildir, tá ið kreppan er farin framvið.
So tá ið løgmaður fríggjadagin segði, at “serstøður, sum
tann, vit nú eru í, krevja serlógir”, tóktist sum um, at hann ikki legði petti
í henda samfelagsliga roynveruleika.



Men nú er líkt til, at løgmaður er komin til ta sannkenning, at megnar tú
ikki
Søgan fortelur okkum nevniliga,
at tey ráðandi als ikki eru so altrá eftir at geva aftur hesar heimildir, tá ið
kreppan er farin framvið.Søgan fortelur okkum nevniliga, at tey ráðandi als
ikki eru so altrá eftir at geva aftur hesar heimildir, tá ið kreppan er farin
framvið.
at verja okkara
borgararættindi í ekstremum tíðum, yvirgjørdar ella ei, kann alt gera tað sama,
tí tá eru hesi somu rættindi fullvegis nyttuleys – hvat enn fúti og landslækni hava
roynt at lokkað fyri løgmanni.



Og tað, hesir nevndu danir saman við øðrum royna at bryggja upp, er hesin “okkurt
má gerast”- retorikkurin. Ein grefligur tankaóvani, skal sigast, og sum fer við
lógini sum eitt slag av gandi: at tað, at banna, at vera harður við ella heitir
á løgregluna um at koma uppí, er loysnin í sjálvum sær.
Um tú ikki klárar at verja okkara borgararættindi í
ekstremum tíðum, kann alt gera tað sama. Tá eru hesi somu rættindi komplett
nyttuleys.Um tú ikki klárar at verja okkara borgararættindi í ekstremum tíðum,
kann alt gera tað sama. Tá eru hesi somu rættindi komplett nyttuleys.Um tú ikki
klárar at verja okkara borgararættindi í ekstremum tíðum, kann alt gera tað
sama. Tá eru hesi somu rættindi komplett nyttuleys.



Eitt er, at ein epidemilóg hevur grundliggjandi, løgfrøðisligar avleiðingar.
Men bert tað at biðja politiið koma uppí, kann volda væl fleiri trupulleikar
enn ætlandi loysnir.



Fyri tað fyrsta hevði slík lóg lagt øgiligt trýst á løgregluna, um teir nú skuldu
handhevja hesar lógarásettu heimildir – og uttan at tykjast betrivtiandi, vildi
eg mett, at teir hava ov mikið at gera sum er.



Fyri tað næsta er spurningurin um samtykki – um polittið
ikki ber seg heilt rætt at, fer slík atgonga einans at elva til uppaftur størri
trupulleikar, og tann góðvild og samstarv, sum annars mátti verið, og sum vit
uppliva í ávísan mun nú, hevði verið lorkað burtur.



Og sum nummar trý – ein prinsippiellur spurningur: tað er
ikki ein almenn uppgáva at geva løgregluni ógvusligar heimildir at handtaka, tí
tvingsilsrættindi eiga altíð at vera avmarkað til heilt serlig lógarbrot ella
vældefineraðar umstøður, hvat enn Politistafelagið, sum eiga at kenna sín
óvalda tænastuleiklut, og halda varrarnar saman.




Kontra hesum kemur tað, onglendingar kalla The Clamour – kensluborin
kravboð grundað á skrál og skelk.


The Clamour er hatta harðmælta kravið um at fara harðari
til verka; at fáa myndugleika ella politi at loysa ein sosialan trupulleika
uttan mun til teir djúptøknu avleiðingar, ið standast av hesum.



Fólksliga panikkkravið, um tú vilt, finnur seg ikki í at
verða talað at; tað góðtekur bert eina meining, eitt krav, og tað er teirra
egna: “Okkurt má gerast – ein virus florerar, og hon drepur. Gerið tað, ið skal
til!”



Og jú, tað er lætt at verða uppgløddur ella forførdur av fólksligum
kravboðum um “at gera okkurt”. Sera. Men tað er eisini vandamikið.



Tí tað er ikki bert tað, at ein epidemilóg ger seg inn á
okkara grundlógartryggjaðu borgararættindi, og tekur fundamental frælsi, men hartil
tað, at hon kann virka beint ímóti ætlan og elva til sosialan órætt – fyri ikki
at tala um valdsmisnýtslu av júst teimum, ið eiga at verja okkum: politinum.



Tað snýr seg nevniliga um at ansa eftir, hvat tú krevur.



At løgmaður gjørdi av ikki at seta okkum í apsalutta
undantaksstøðu, opna upp fyri einum ófrættakendum politistati, har misbrúk,
óneyðugt órógv og ónøgd verður veruleiki!, og tí samtíðis gongur ímóti
ráðaríkum dønum og einum, opinberiliga, valdsheimildarglaðum Politistafelagi,
er at fegnast um.



Trúliga, tummil upp, løgmaður. Tummil upp, Føroyar.