Tað gongur ov skjótt

Eg vil fegin takka Heðini Mortensen, borgarstjóra fyri svarið til greinina, sum eg skrivaði um eina kommunu á vandakós


Orsøkin til greinina var, at skattaprosentið er hækkað við 2 prosentum, síðani Heðin Mortensen tók við leiðsluni av kommununi. Hetta svarar til, at kommunan árliga tekur meira enn 60 mió eyka inn frá borgarunum í mun til áðrenn.

Harafturat vísti eg á, at Tórshavnar Kommuna, sum var vorðin skuldarfrí, við árslok 2012 kemur at skylda 226 mió kr. Hesar upplýsingar havi eg frá kommununi sjálvari, sum hevur upplýst hetta í fíggjætlanini fyri 2012.

Í svarinum til mín upplýsir borgarstjórin, at skuldin ikki verður 226 mió sum ætlað, men 145 mió av tí at kommunan ikki fer at taka eitt lán, sum samtykt var at taka.

Tað eru góð tíðindi, at lántøkan ikki verður framd, tí økt lántøka merkir hægri rentuútreiðslur, og tað er í longdini ein skeiv kós at velja. 

Í seinnu helvt av svarinum vísir Heðin Mortensen á , hvat borgararnir hava fingið fyri økta skattin, sum kommunan hevur valt at taka afturat frá fólki.

Og her kann eg ikki verða ósamdur, tí sjálvsagt hava vit fingið nakað fyri pengarnar, fyrr var illa.

Talan er jú um hundraðtals milliónir, sum eru tiknar eyka inn frá borgarunum, og teir skulu jú brúkast til okkurt, annars var ongin orsøk at kravt pengarnar.

Misskil meg ikki, kommunan eigur sjálvsagt áhaldandi at gera íløgur. Men íløguferðin hevur verið ov nógv, og tí hevur verið neyðugt at tikið meira skatt inn og økt um lánsbyrðuna.

Við øktari lánsbyrðu kemur hægri rentukostnaður, og sostatt verður raksturin nú ávirkaður av íløguvirkseminum.

Støðan er tó ikki verri enn so, at við at minka eitt sindur um íløguferðina, kemur javnvág í aftur.


Finnbogi Arge, valevni hjá Fólkaflokkinum