Tað góða hugskotið

Stuðla vit í nóg stóran mun
teimum góðu hugskotunum, sum kunnu skapa verulig útlit fyri vinnulívi og mentan
í høvuðsstaðnum?



 

Vit eiga eitt íverksetarahús í Klaksvík, ein granskingardepil í Havn og Vinnuframa.
Hetta eru týdningarmiklir stovnar, ið geva samfelagnum nógv aftur. Men vinnulívið
og mentanin í Havn fingu tvífalt gagn av hesum virksemi, um Tórshavnar Kommuna stuðlaði
tí betur.



 



Vit kunnu læra av íslendingum

Reykjavík hevur Nýskøpunarmiðstøðvar Íslands. Her kunnu íbirtarar og smærri
fyritøkur leita sær ráðgeving og fáa fíggjarligan og annan stuðul til at koma í
gongd ella at troyta møguleikar uttan fyri landaoddarnar. Fyri at fáa mest burturúr
førleikum og hentleikum  hava íslendingar
valt at samskipa alt virksemið og leggja tað í ein stovn, ið hevur høvuðssæti í
høvuðsstaðnum. Íslendingar hava eina sterka íverksetaramentan og hava sæð
týdningin av at stuðla nýggjum vinnufremjandi hugskotum. Nýskøpunarmiðstøðvar
Íslands vekjur í hesum døgum ans í øðrum londum, tí stovnurin hevur verið dyggur
gróðrarbotnur fyri nýggjum vinnum og arbeiðsplássum í Reykjavík og kring alt
landið.



 



Nýskapanar-
og granskingarmiðdepil í Havn



Vinnuframi og Íverksetanarhúsið hava fólk og førleikar,
sum hava eitt ómissiligt virði fyri vøkstur og vælferð í hesum landi. Eg kann
nevna Guðrun & Guðrun og Green IQ – hugskot, ið hava hepnast við stuðli og
ráðgeving frá teimum. Vit eiga eisini aðrar týðandi stovnar og grunnar, sum
veita framtakshugaðum stuðul. Í hesum tíðum, har almennir stovnar annahvørt
verða avtiknir ella lagdir saman, áttu vit at sæð teir fjølbroyttu møguleikar,
ið liggja í einum samstarvi millum tílíkar stovnar. Men hetta krevur íkast frá øllum
pørtum.



 



Havnin skal hava ein Nýskapanar- og granskingarmiðdepil,
sum kann kveikja framm nýggj hugskot og veita íbirtarum og smærri fyritøkum hølir,
hentleikar og stuðul. Ein nýskapanar- og granskingarmiðdepil sum kann verða
eitt vakstrarhús fyri vinnulív og mentan í Havn og gera Havnina til
høvuðsstaðin, har fólk vilja búgva.



 



Stuðlið góða hugskotunum!



 



Rógvi á Rógvu



Valevni fyri Tjóðveldi