Tá Føroyar flytur heimanífrá


















 Eins og nógv ung í
hesum døgum flyta heimanífrá, til onnur lond at lesa, má Føroyar flyta
heimanífrá.



 



At standa á egnum
beinum krevur vitan, dugnaskap og árræði. Tað at taka fetið og flyta, er bæði
sorgblýtt men eisini mennandi og neyðugt fyri at blíva ein ábyrgarfull menska
sum klárar at taka ábyrgd fyri sær sjálvum og fyri at vera ein partur av
samfelagnum.



 



Føroyar eru í dag
eitt framkomið samfelag, men enn eru snøklar eftir sum mugu fáast uppá pláss.
Fyri at hettar skal lata seg gera, mugu vit taka ábyrgd fyri okkara egna
landið.



 



Vit mugu hava dirvi
og árræði at síggja nýggju møguleikarnar – dugnaskapin hava vit.



 



At lata onnur
gjalda fyri okkum er ikki bara óvirðilig – tað ger eisini at vit ikki flyta
okkum nóg skjótt framá.



 



Eins og við
ungdóminum sum býr heima, er tað við landinum. Í tí løtu vit flyta heimanífrá,
taka vit ábyrgd, vit søkja nýggj vinarlag, nýggj samstørv og menningin gongur
við rúkandi ferð.



 



Einar sjálvstøðugar
Føroyar, er besta trygdin fyri einum góðum samfelag – eisini frameftir.



 



Katrin Kallsberg





Tjóðveldi