Svar til Paula T. Petersen og viðmerkingar til mína grein, um smáplássini skulu stýra fólkinum.


Sjálvsagt ynski eg eisini, at fólk fáa møguleikar at búseta seg, har tey ynskja at búseta seg.



Men til ónøgdina hjá Paula um bankafígging og uppskot um almenna íblandan, vildi eg gera viðmerkingar.



At lutfallsliga meira varð mist á størru økjunum enn smáu, skal ivaleyst síggjast í ljósinum av, at inntøkurnar í størru økjunum hava verið lutfallsliga nógv størri, og hava vigað upp ímóti og verið hægri enn tapið av sethúsaútláni.



Bankakreppan skyldaðist onnur viðurskifti enn prívatútlán í Føroyum. Millum annað fígging í útlandinum og handil við virðisbrøvum.



Eg eri samd í, at grannalondini hava almennan studning ella almenna hjálp til bústaðarbygging, inni í myndini - og spurningurin er um vit møguliga skulu inn á slík øki.



Men eg haldi ikki, at tíðin er til slíkt í løtuni, nú húsaprísirnir eru í hæddini og eftirspurningurin eftir húsum í miðstaðarøkinum so stórur.



Almenn íblanding kann ‘koyra bensin á bálið’ og økja um húsaprísstøðið, eisini á smáplássunum. Vit sóu hvussu tað gekk við almennari íblanding í 80-unum, tað er óneyðugt at siga meira um tað.



Hinvegin eru núverandi umstøður eitt høvi til at endurskoða bústaðartørv og í hvønn mun byggjast kann minni, bíligari ella í felagsskapi.



Hetta ger seg eisini galdandi í Tórshavnar Kommunu, at fólk bíða við at byggja, byggja minni, flyta út á bygd, og so framvegis.
--



Viðvíkjandi samstarvi IRF/KB, so fór málið av bakkastokki við tí fyri eyga, at kanna eitt samstarv við møguligari samanlegging.



Eitt gott arbeiði er gjørt, sum hevur fingið til vega nógv tilfar um hvussu ein samanlegging og eitt samstarv fíggjarliga og rakstrarliga hevði kunnað sæð út.



Enn restar í hjá okkum at fáa tilfar og at meta um, um borgarar í Tórshavnar kommunu verða betri ella verri stillaðir í eini samanlegging, enn í sjálvstøðugum rakstri, við øllum teim viðurskiftum, sum gera seg galdandi.



Tað eru fleiri onnur atlit at hugsa um, í hesum spurningi. Eitt nú er Fjarhitafelagið, kervi og grøn orka eisini partur av og knýtt at hesi verkætlan.



Tórshavnar kommuna hevur fíggjarligt grundarlag til hetta valið, samstarv ella ikki, og sum poltikkari í Tórshavnar Kommunu, eri eg vald til at taka ábyrgd vegna fólkið í Tórshavnar Kommunu.



Hesum arbeiða vit við.



Vinaliga



Bergun Kass,



Framsókn