Svar til Heina Reinert

Á facebooksíðuni hjá Gudloysi hevur Heini Reinert eitt úttalilsi um uppreisn Jesusar.Viðvíkjandi uppreisnini hevur Heini gloymt nakað grundleggjandi. At Jesus var lagdur í eina grøv er skrivað niður rættiliga tíðliga. Markusar evangelii er tað elsta av fýra evangeliunum. Mett verður, at tað er skrivað áðrenn ár 70. Eisini halda granskarar, at Markus brúkti eina eldri keldu sum verður hildin at verða frá eygnavitnum. Her er eisini Jósef úr Arimatea innvolveraður.

Paulus sipar eisini í 1 Korintbrævið 15:3-5 til eina gamla kristna traditión frá fyrstu lærisveinunum. Paulus fekk hesa traditiónina møguliga ikki seinni enn hansara vitjan í Jerusalem í ár 36. Enntá møguliga fyrr ímeðan hann var í Damaskus. Tíðskil gongur hendan traditiónin innan 5 ár eftir krossfestingina í ár 30. Hendan traditiónin hevur ein sentralan leiklut í byrjanini í kristindómssøguni. Her er nakað sentralt sum bleiv borið víðari við traditiónini.

1. At Kristus doyði fyri okkara syndir í samsvar við skriftirnar.

2. Og at hann varð jarðaður.

3. Og at hann reis upp triðja dagin í samsvar við skriftirnar.

4. Og at hann vísti seg fyri Kefas, síðani fyri øllum tólv.

Legg til merkis til tað næsta punkti. Í Paulusar traditión er sama hending (jarðarferðin) nevnd sum hjá Jósefi úr Arimatea. Og tað er meir. Vitnir frá Jósefi úr Arimatea eru eisini funnin í keldum aftanfyri Matteus, Lukas og Jóhannes.

Tað er sagt frá um tómu grøvina rættiliga tíðliga. Markusar passiónskelda endar ikki ordiliga við søguni um jarðarferð Jesusar, men við søguni um kvinnurnar við ta tómu grøvina sum Jesus lá í.

Nú var hettar ein ikki so øgiliga lang grein, men eg endi við at sitera William Lane Craig. In the minds of first-century Jews, there would have been no question that Jesus' tomb would have been empty as a result of his being raised. Sitati er úr nýggjastu kindle bókini hjá Craig, did Jesus rise from the dead.

Meir kann lesast á http://hannerupprisin.blogspot.com/2014/04/svar-til-heina-reinert.html