Súkklugøtur og gongugøtur

Tvey mál, sum vit eiga at seta okkum, er at útbyggja netið av
súkklubreytum og gongugøtum.




Netið av gongugøtum í Havn er rættiliga gott og til ber at ganga
ella renna sær ein túr rættiliga nógva staðni uttan at skula renna við síðuna
av larmandi bilum og í bilosi.




Gongugøtur eru inni í Havnini, har bilar ikki fáa koyrt og gangast
kann á vegum har lítil og eingin ferðsla er.




Gongugøtur eru eisini í náttúruvøkrum økjum, so sum í plantaguni,
í Hoydølum niðan undir Svartafoss og gøtur eru eisini frá Hotel Føroyum út á
Norðasta Horn.




Sjálv sakni eg tvær gøtur. Tann eina kundi verið oman fyri fjøruna
Úti við Strond frá Skansanum og út á Boðanes. Hin gøtan eg kundi hugsað mær, er
frá Sandágerði fram við Sandá, út í Havnadal og niðan á Norðasta Horn.




Býráðið hevur seinastu árini roynt at bøtt um korini hjá teimum
súkklandi, men langt er á mál. Vit í Tórshavnar kommunu eiga at hugsa eitt net
av súkklugøtur eins og gongugøtur inn yvir Havnina, sum so vítt gjørligt loysir
súkkluferðsluna frá bilferðsluni. Hetta viðførir tryggari súkklugøtur og tað
verður eitt betri upplivilsi at koyra á einum súkklunetið, sum er frítt fyri
bilar. Soleiðis fara gongufólk og súkklufólk at trívast betri í Tórshavnar
kommunu.




Súkklu- og gongugøtur eiga at hugsast inn í øll øki í kommununi.
Eisini í Kollafirði og hinum bygdunum.




Eg veit væl, at hetta er ein stór verkætlan sum tekur fleiri ár at
útbyggja, men hava vit súkklu- og gongugøturnarnar í huga og hugsa hesar inn í
allar ætlanir, tá øki skulu útbyggjast ella broytast, so koma vit einaferð á
mál.




Elin Lindenskov, býráðslimur