Stórar útbyggingar á eldraøkinum í Havn


Tá sitandi meiriluti í Tórshavnar býráð tók við 1. januar 2017, settu vit okkum fyri at raðfesta og betra um tilboð og tænastur til okkara eldru. Vit ynsktu at ganga nýggjar leiðir, har dentur í størri mun varð lagdur á fyribyrging, soleiðis at okkara eldru í størri mun kunnu varðveita førleikarnar, so tey kunnu virka og liva so frísk og sjálvstøðug sum gjørligt.



Tað var við hesum í huga, at vit í fjør samtyktu at fara undir at byggja ein nýggjan Umlættingar-og rehabiliteringsdepil Hoyvík. Hetta arbeiðið hevur gingið so mikið væl, at depilin við 27 umlættingarplássum stendur liðugur í ár.



Tað er fyrstu ferð, at vit í Føroyum byggja ein slíkan depil, har endamálið við umlættingini er endurvenjing (rehabilitering ) burturav. Tá borgarar missa førleikar, hevur onki tilboð verið til teirra.



Endamálið við rehabilitering er at stuðla veikum eldri í at loysa gerandisuppgávur, og harvið økja um lívsdygdina. At okkara eldru borgarar kunnu fáa mistar førleikar aftur, ger tey meiri birg at kunna klára seg sjálvi. Í miðal verður roknað við, at 250 umlættingar og rehabiliteringsuppihald vera á deplinum um árið. Umlættingar og rehabilieringsdepilin stendur liðugur í ár.



Umframt umlættingar- og rehabiliteringsdepilin í Hoyvík stendur ein annar depil eisini liðugur um ársskiftið. Talan er um nýggja depilin á Tjarnargarði í Havn við umlætting, dagtilhaldi, kvøldtilhaldi og 7 búplássum til eldri dement.



Endamálið er at savna tilboð til okkara borgarar við demensi, at hesir borgarar kunnu hava eitt stað, sum kennist trygt, óansæð um tey skulu til at vitja eitt dagtilhald, tilhald um kvøldið, vera til umætting ella við tíðini flyta inn. Tað verður eisini ráðgeving til heimabúgvandi borgarar og teirra avvarðandi við demensi, sum verður knýtt at deplinum.



Av øðrum raðfestingum kann nevnast;




Vit steðga ikki her. Á komandi býráðsfundi verður fyrsta stig tikið til eitt nýtt ellis- og røktarheim við 68 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum til bæði støk og eldri pør, ið hava tørv á røkt.



Tað er ein eyðmjúk uppgáva at hava ábyrgd av okkara gomlu, og tí er hetta eitt øki, íð áhaldandi skal byggjast út, tí okkara eldru borgarar hava bygt hetta landið og eiga tí at fáa bestu karmar á teirra ellisdøgum.






Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu