Slutt við køvandi bústaðarprísum

Vil eitt húski seta búgv í Tórshavnar kommunu, má tað seta seg fyri
eina skuld uppá 2-3 milliónir. Hetta er sera nógvur peningur, og húskið má
stríðast stóran part av lívinum fyri at rinda peningin aftur. Tað er snøgt sagt
ikki inniverandi fyri skuld, og foreldur verða tvingað at vera fráverandi frá
sínari familju fyri at fáa endarnar at røkka saman.


Hetta kann og skal kommunan gera nakað við!


- grundstykkjaprísurin má lækkast
- farast má undir alternativa
íbúðarbygging
- grundøkir skulu latast til prísfornuftigar lutaíbúðir
-
Kommunuskúlin eigur at verða umbygdur til lestraríbúðir


Umframt at givið húskjum betri møguleikar, hevði hetta eisini verið
við til at steðga fráflytingini til útlond, so hetta álvarsmál má á breddan sum
skjótast.


Havnin eigur at vera ein magnet, sum dregur ungar familjur til sín,
og ikki sum nú, har fólk í besta aldri flýggja um háls og
herðar.


Hesum vil eg arbeiða fyri!


Fróði Ó Olsen, valevni á lista A.