Skipaður matpolitikkur í Tvøroyrar Kommunu


Hjartamál mítt er, at Tvøroyrar kommuna kann hava ein skipaðan matpolitikk, so heilsugóður kostur gerst dagligur kostur hjá børnum og ungum í kommununi.





Sum føðslu og húsarhaldsfrøðingur er kostur hjá børnum og ungum eitt hjartamál hjá mær, og síðan eg var útbúgvin kostfrøðingur, havi eg havt eina vón um, at tað verður gjørligt at fáa ein skipaðan matpolitikk í Tvøroyrar Kommunu.



Okur hava eina matpakkamentan í samfelagnum í dag, sum tryggjar at foreldur hava evstu ábyrgd av heilsuni hjá børnunum. Men av tí at børn og ung eru á dagstovnum, barnagørðum, dagrøkt, skúla, frítíðarskúla ella til ítriv meginpartin av degnum, er tað sera trupult hjá foreldrum at tryggja sær, at børn teirra fáa heilsugóðan kost allan dagin.



Vit hava gransking, sum vísir á týdningin av heilsugóðum kosti í samband við eitt nú innlæring í skúlunum og í samband við trivna sum heild. Stutt sagt: heilsugóður kostur er neyðugur, tá talan er um trivna, menning, heilsufremjan og sjúkufyribyrging. Tí hevði tað verið skilagott, at vitan um heilsugóðan kost kemur út á stovnarnar har børnini ferðast í gerandisdegnum, eisini í samband við ítrótt.



Ein kommunalur matpolitikkur verður ein vegleiðing hjá øllum, sum arbeiða við børnum og ungum. Matpolitikkurin er ikki ein avmontering av ábyrdarkensluni hjá foreldrunum. Men heldur skal hesin síggjast sum ein liður í heilsufremjandi arbeiðinum hjá eini kommuni. Ein felagsábyrgd ímillum kommunu og foreldur. Matpolitikkurin verður ein vegleiðing og upplýsing, sum kemur øllum borgarum til góðar seinni í lívinum.





Set kross við Miriam Solmunde, Listi C, Javnaðarflokkurin, á kommunuvalinum 13 novembur.





Miriam Solmunde



Føðslu og húsarhaldsfrøðingur