Skelkur á Psykiatriska deplinum



“Kann tað hugsast, at leiðslan vil hava ein annan profil í leiðarastarvið”? er ein spurningur, Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum hevur sett sær sjálvum, nú stjørnin á Landssjúkarhúsinum velir at lýsa leyst áramálssetta starvið, hann situr í, av nýggjum, hóast hann, skikkaður umsøkjari, hevur søkt. Spurningur hansara týðir uppá, at hann ikki ordiliga “keypir” frágreiðingina hjá stjørnini, sum ljóðar, at tað eru prinsipiellar orsøkir, sum liggja handan avgerðini....
Vit hava eisini ilt við at trúgva tí, tí vit hava somikið stóra tiltrúgv til ovastu leiðslu okkara, sjúkrahússtjørnina, at vit FÁA okkum ikki at trúgva, at prinsippir rangera hægri enn vit og skil... Tí vit og skil og atlit til sjúklingar, sum hava tørv á psykiatriskari viðgerð, er trupult at fáa eyga á, í tí avgerð, stjørnin hevur tikið…. 


Hóast stjørnin ikki hevur váttað, at talan er um ósamsvar milum profil og starvsøkið, so hava vit hug at spæla okkum eitt sindur við spurningin hjá Tormóði sjálvum: Hvønn profil søknast stjørnin eftir?
Innan dygd, leggur Landssjúkrahúsið seg eftir tríbýtinum, sum Heilsustýrið hevur orðað: “Organisatorisk dygd, faklig dygd og sjúklingaupplivd dygd”. Hesi dygdarparametrini eigur ein leiðandi yvirlækni at hava fyri eyga, áhaldandi at skapa karmar fyri at hækka.


Nakað av tí fyrsta Tormóður gjørdi, tá hann varð settur leiðandi yvirlækni á Psykiatriska depilinum í 2006, var at leggja lunnar undir eini organisatiónsbroyting, sum hevði til endamáls at tryggja eina samanhangandi sjúklingagongd, størri fakliga læring og menning av og millum starvsfólk, og at sjúklingur og avvarðandi vóru tikin meira við í viðgerð og røkt. Tey trý dygdarparametrini vóru sostatt øll umboðað í teim visiónum um samanhangandi røkt og viðgerð, sum toymisorganiseringin, soleiðis sum hendan er lýst toymisritinum frá 2010, skuldi tryggja. At tað ikki altíð hevur gingið eftir vild og ætlan, er ikki Tormóði fyri at lasta! Og hóast mangan í mótvindi, hava bæði Tormóður og starvsfólk á deplinum annars, lagt eitt megnararbeiði í, at náa teim visiónum, sum Depilsleiðlsan við Tormóði og táverandi depilssjúkrarøktarfrøðingi Bergit Weihe, stakk út í kortið í 2008. Og eru komin væl áleiðis!

Í dagliga arbeiðnum og dagligu leiðsluni, hugsar Tormóður um og tekur atlit til øll trý dygdarparametrini og tað er ongin orsøk at halda, at Psykiatriski depilin stendur aftan fyri, hvørki hinar deplarnar á landssjúkrahúsinum ella aðrar psykiatrsikar deplar í grannalondum okkara. Væl at merkja, innan tey øki, har Psykiatriski depilin hevur frítt at avgera. 


Umframt hetta hevur Tormóður lagt megnar orku í, at gera psykiatriina sjónliga við upplýsing um psykiatriskar sjúkur, ein týdningarmikil liður í arbeiðnum at minka um stigmatisering av fólki sum hava psykiatriska sjúku. 


Ein relevantur spurningur kundi tí verði, um Psykiatriski depilin ikki klárar at halda seg innan teir fíggjarkarmar sum settir eru? Men so er heldur ikki! Psykiatriski depilin heldur sína játtan og hevur gjørt tað seinastu mongu árini. 

Hóast bakkakst av ymiskum slag, trúgva vit starvsfólk framvegis uppá, at tað ber til at fáa eina samanhangandi og samskapaða heildarpsykiatri í Føroyum...Ikki bara í meginstaðarøkinum, men um allar Føroyar! Vit trúgva framvegis uppá og arbeiða fram ímóti visiónini um eina heildarpsykiatri, har sjúklingurin og avvarðandi hansara eru í miðdeplinum, saman við øllum teim fakkønu starvsfólkunum, sum kunnu veita ta hjálp og stuðul, sjúklinginum tørvar. Vit trúgva uppá, at líka mikið hvussu sjúk folk eru, kunnu tey gerast frísk aftur. Vit trúgva, at vit við sameindum kreftum við øllum teim kompetentu eldsálum sum eru kring alt Føroya land, og sum á ymsikan hátt hava tilknýtið til Psykiatriska øki, eftirhondini megna at veita eina skjóta og dygdargóða hjálp, við støði í og atliti til biologiska, psykologiska og sosiala tørvin hjá honum, sum hevur psykiatriskar trupulleikar. Og vit trúgva, at Tormóður Stórá kann leiða føroysku psykiatriina fram á leiðini. Og vit trúgva, tí vit hava ein leiðandi Psykiatara, sum trýr upp á okkum og sum fær tað besta fram í okkum. Sum letur okkum finna fram til og brúka okkara bestu eginleikar, sum ikki letur prinsippir ganga framum tað, at skapa kor fyri at halda tann eldin logandi, sum finst í hvørjum einstøkum av okkum starvsfólkum, fyri at betra um kor, røkt og viðgerð fyri føroyingar, sum hava psykiatriska trupulleikar...Sum ikki letur prinsippir ganga framum møguleikan fyri áhaldandi at betra teir førleikar sum skulu til, til tess at vit kunnu veita tað dygdargóðu røkt og viðgerð, vit stremba eftir at røkka. 


Nei Tormóður... Vit fáa okkum ikki at trúgva, at tín profilur ikki hóskar til føroysku psykiatriina! 


Vit eru ikki objektivar! Vit viðganga, at vit eru vælnøgdar við depilsleiðsluna á Psykiatriska deplinum. Og vit vita eisini, at stjørnin á Landssjúkrahúsinum ynskir at gera alt tað besta fyri bæði starvsfólk og sjúklingar. Vit ivast onga løtu í, at avgerðin sum stjørnin hevur tikið, ikki er tikin av illvilja, hóast vit ikki skilja grundarlagi...Okkara áheitan er tí: Latið ikki prinsippir ganga framum tørvin hjá føroyingum við psykiatriskum trupulleikum! Tað er at leggja stein oman á byrðu hjá fólki, sum knógva undir ómetaligum byrðum frammanundan… 


Eydna I lindenskov, Torgunn Kvilt Meitilberg, Jana Mortensen, sjúkrarøktarfrøðingar á Psykiatriska deplinum