SEV fer aldrin at megna grøna orkumálið 2030

Orkupolitikkur - 




Sera langt eftir á mál - SEV ongan kjans



Tað er í veruleikanum sera langt eftir á mál hjá SEV at náa grøna orkumálið í 2030 - tað er við øðrum orðum fullkomuliga órealistiskt, at SEV einsamalt megnar uppgávuna til 100% umstilling til grøna ella varandi orku.





Harafturímóti staðfesta nýggjastu hagtølini fyri orkuframleiðsluna í Føroyum, at meira verður framleitt av svartari orku, og minni av grønari orku. Fyrstu sjey mánaðirnar í ár vórðu 64,2 prosent av framleiðsluni úr olju, og 35,8 prosent vóru úr vindi og vatni.





Framleiðslan av elorku úr olju er vaksin úr 40,6 prosentum fyrstu sjey mánaðirnar í 2015, upp í 64,2 prosent fyrstu sjey mánaðirnar í ár.





Vøksturin í elnýtsluni í samfelagnum er í miðlan vaksin árliga við 10% síðan 2017, meðan SEV hevur havt ein vøkstur í elframleiðsluni upp á 2% í miðlan seinastu nógvu árini.





Vert er eisini at leggja til merkis, at SEV ongar grønar útbyggingar hevur gjørt síðan 2015.





Tørvurin á elektrifisering fram til 2030 skal fevna um 16.000 húsarhald, 28.000 akfør og flutningsakfør og 2.000 almennir og vinnuligir bygningar. Í løtuni framleiðir SEV umleið 400 GWt árliga og tørvurin á elektrifisering vil í 2030 vera millum 800-1.000 GWt. Hetta krevur íløgur millum 3-5 mia. kr. í vindmyllur, pumped-storage o.a.





Bara hesi tølini staðfesta klárt, at SEV einsamalt ongan kjans hevur at náa hesum málinum, ella at nøkta henda framtíðar tørvin á útbyggingum og elframleiðslu.





So at pástanda, at SEV sjálvt kann realisera hesar ætlanir er óseriøst og sigur bara nakað um, hvussu nógv ella lítið vit meina ella vilja grøna orkumálið 2030. Hetta svarar til, at vit velja at sløkkja ein skógareld við einum vatnglasi.





Endamálið við bygnaðarbroytingum



Høvuðsendamálið við sundurskiljingini av netinum og elframleiðsluni hjá SEV er at tryggja, at Føroyar náa ambitiøsa politiska orkumálinum í 2030 um, at øll orka á landi, t.e. húsarhald, akfør og almennir og vinnuligir bygningar skulu fáa orku frá el, sum skal fáast úr vindi umframt sól og sjóvarfalsorku. Uttan hetta ambitiøsa orkumál, so var høvuðsendamálið sjálvsagt eitt annað.





Eisini er endamálið at tryggja brúkarunum ein lægri og kappingarføran prís. Hetta er kortini ikki høvuðsendamálið, soleiðis sum útgangsstøðið og málini eru í løtuni.





Hetta merkir, at vilja vit ikki náa hesum ambitiøsu ætlanum um 100% orkuumlegging í 2030, ja so fyriliggur ein nýggj støða og nýtast mugu aðrar hóskandi orkustrategiir.





Orkustrategiin, sum nú er løgd av landsstýrinum, skal tryggja, at ætlanin um grøna og varandi orku kann lata seg gera.





Almennar veitingarfyritøkur í Norðanlondum eru tær flestu privatiseraðar, eisini elorkuverk og elframleiðsla - so her eru vit eftirbátur, so tað stendur eftir.





Sundurskiljing av neti og elframleiðslu - ikki privatisering



Tað er týdningarmikið at leggja dent á, at talan hvørki er um at privatisera netið hjá SEV ella elframleiðsluna hjá SEV, men um eina sundurskiljing av neti og elframleiðslu. Ognarviðurskiftini til verandi annlegg og framleiðslu verða ikki broytt - tað, sum verður broytt er, at aðrir elframleiðarar eisini kunnu sleppa á éitt felags net og selja el til húsarhald og vinnuna. Talan er sostatt um eina liberalisering av elmarknaðinum og harvið skapa vit ein dynamikk og menning innanelframleiðslu og sølu.





Ein løgin støða



Tað er landið, sum hevur ábyrgdina av orkumálum í Føroyum, t.v.s. tað er ein landsuppgáva at ráðleggja og skipa orkuøkið umvegis ein orkupolitikk o.a. Eisini er tað ein landsuppgáva umvegis lóggávu at skapa karmar fyri at menna orkuøkið og fremja størri útbyggingarætlanir á orkuøkinum.





Men hvat, vit hava á hinari síðuni eitt kommunalt monopol, sum er høvuðsframleiðari av elorku og sum higartil meira og minni hevur avgjørt innihald og tempo í teimum menningarætlanum, sum hava verið gjøgnum tíðirnar. Landið skal bara makka rætt og halda seg til tað, sum hesin kommunali felagsskapurin arbeiðir við og stingur út í kortið - ein statur í statinum.





Mær vitandi eru vit einasta land í heiminum, sum hevur eina slíka skipan, har landið nærmast hevur ein sekunderan leiklut í orkumálum og har ósemjur og forðingar er dagligur partur av viðgerðini um orkumál. Uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýtið á orkuøkinum flýtur enn, nú vit skriva 2020 - og tað er serliga langt úti, tá hugsað verður um, hvussu týðandi partur orka er av menningini av samfelagnum og vinnuni, og bara fær alsamt meira týdning, eitt nú í mun til risa umstilling til grøna orku.





Tað undrar eisini, at SEV hevur gjørt eina risa íløgu í nýtt elorkuverk á Sundi fyri umleið 1 milliard - eitt orkuverk, sum brúkar sera dálkandi tungolju, sum nærmast er við at verða bannað í útlandinum ella settar harðar restriktiónir á útlát. Ein íløga, sum setir grøna innsatsin út av kós ella er beint ímóti grønu kósini.





SEV takast við í prosjekttilgongdini



Hetta prosjektið, at sundurskilja net og elframleiðslu, krevur involvering og luttøku av øllum viðkomandi áhugabólkum.





Sjálvandi skal eisini SEV vera við til at seta nøkur realistisk mál og koma við haldgóðum loysnum, soleiðis at sannlíkindini verða størst møguliga at náa grøna orkumálinum 2030.





Treytin er kortini, at allir partar ásanna, at her eru nakrar risa avbjóðingar, sum krevja samstarv og semjur, serligar loysnir og felags tøk - og at fokus er á menningina av samfelagnum, borgarin og vinnuna.





Tíðin er komin, at valdskamparnir á orkuøkinum millum land og kommunur steðga. Halda hesir valdskampar fram, so vera tað bara borgarin og vinnan, sum í longdini verða taparar.





Johan Dahl



løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

RN