Seta teir gullið fremri enn fólkaræðið?

Hugsjónarligi vígvøllurin verður væl veltur í hesum døgum.


Serliga hevur tað vakt ans, at Fólkaflokkurin er farin at hella eystureftir, móti Russlandi, og kanska Kina við.

Slík rundvelting krevur reflektión. Hvat er tað sum hendir? Hvussu fer ein flokkur sum hevur marknaðarført seg í áratíggju uppá at vera partur av vesturheiminum, og fólkaræðisligu hugsanini, knappliga at fáa størri ans fyri virðum og samstarvi fyri eystan?

Eftir mínum tykki er skamtalopið hjá Fólkaflokkinum móti eystri bara eitt natúrligt framhald av tí kós, sum flokkurin hevur elt eina tíð.

So við og við hevur flokkurin flutt seg frá góðu demokratisku og kapitalistisku skipanini, til eina skipan sum í illgrunasaman mun minnir um privatkommunstisku oligarkskipanina, vit kenna fyri eystan.

Burtur við liberalistiskari og kappingarkendari vinnuhugsan, har dugnaskapur, kappingarføri og árræði eru eyðkennini. Nei heldur ein leist har tú við polittiskum sambondum og stýring stuðlar ávísum vinnurekandi til eitt vart samfelagstryggja vinnulív. Júst sum í, ja sum í Russlandi.

Tí kemur tað ikki óvart á at Fólkaflokkurin, hevur trupult við at standa saman við NATO og Vesturheiminum í hesum døgum. Tá er vandi fyri at teir missa gullið og fyrimyndirnar fyri eystan.

Og vit sum hildu at øll teirra føgru orð um NATO og Vesturheimin snúðu seg um hugsjónarlig prinsippir, og fólkaræðislig rættindi í breiðum týdningi.

Vit eru vorðin klókari. Teir vildu bara kapitalakkumulatiónina í kapitalistisku skipanini. Men eisini hon hevur funnið sín yvirmann í oligarkskipanini fyri eystan.

Tá er ikki so frægt at tú nýtist at stríða teg til gullið. Tá ræður bara um at telva rætt polittiskt. Tvinna saman politikk og vinnu.

At tað so kostar hugsjónarliga hugsan, føroyskt fólkaræði, og samanhald í Vesturheiminum, tað kemur í aðru røð.

Tað er gullinum teir fara eftir. Fyri vestan, ella sum nú, fyri eystan.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður