Havnini tørvar Framsókn

Í Framsókn eru vit sannførd um, at ein vælvirkandi høvuðsstaður er ein fortreyt fyri at lív og vøkstur aftur er felagsnevnarin fyri kós føroyinga inn í framtíðina.




Visti tú, at ein orsøk til at tað er so trekt at fáa lagt kommunur saman, er at stórur partur av Tinginum treytar sær eina kommunala útjavning har 50 – 70 milliónir skulu takast úr kommunukassanum í Havn og flytast til hinar kommunur ? Upphæddin svarar til 2 skattaprosentsstig hjá høvuðsstaðarborgarum.




Hetta er grovur ágangur á kommunala frælsi og ein álvarslig hóttan móti høvuðsstaðnum, og illa ber til at meta um tær skaðiligu avleiðingar, hetta kemur at hava. Ikki bara fyri miðstaðarøkið, men fyri allar Føroyar.




Fyri teg sum veljara í Tórshavnar Kommunu, kundi tað verið áhugavert at vita áðrenn tú fer á val tann 13. november, hvørjar ætlanir tín flokkur á Tingi hevur at flyta stovnar úr Havn og nær, og hvussu nógvan pening ætlanin er at taka úr kommunukassanum í Havn. Neyvan fært tú svar, um tú spyrt. Og tað er svar nokk í sær sjálvum.




Við at velja Framsókn, kanst tú standa saman við okkum um at verja høvuðsstaðin og í síðsta enda Føroya land.