Runavíkar havn og óljóð


• ÚTBYGGING AV RUNAVÍKAR HAVN – menna og útbyggja



MARKVIRÐI FYRI DÁLKING/ÓLJÓÐ – neyðug tiltøk





Tað er at fegnast um, at íløguhugurin í Runavíkar Havn eisini er ein partur av menningini av at útbyggja kommununa í framtíðini, og verður framd eftir eini greiðari ætlan.





Men tað hevur líka so stóran týdning, at skunda undir at íløgu hugurin eisini umfatar, at øll markvirði í sambandi við dálking og óljóð verða raðfest í líka stóran mun, og harumframt er tað ein sjálvfylgja, at økt avlop hjá Runavíkar Havn í størri mun verða brúktar til hetta endamál, so at trivnaðurin hjá borgarunum í nærumhvørvinum til eina og hvørja tíð verður tryggjaður javnbjóðis útbyggingar av havnini, og at júst hesin parturin av arbeiðinum eigur eftir mínum tykki at fara fram ongantíð ov skjótt.





Soleiðis sum eg síggi tað, er eingin orsøk at drála við eini útbygging sum er so einføld sum hendan, og sum hevur so stóran týdning fyri trivnaðin hjá so mongum. og sum átti at farið fram fyri fleiri árum síðani.





Skálafjørðurin er frá náttúrunnar hond best egnaða stað í landinum sum til fulnar líkur øll krøv fyri at kunna gerast til fyrsta góðkenda tjóðskaparliga havn í Føroyum, men treytin er sjálvsagt, at hon lýkur allar treytir fyri markvirði í sambandi við dálking og óljóð.




Lasse Klein