Rødd teirra ungu


Eg eiti Katrina Gullaksen, gangi á miðnámskúla og hóast eg einans eri 18 ár, so eri eg eitt av valevnunum til býráðsvalið í Klaksvík.





Vallyftini plaga at vera mong, og ofta eru tey vend ímóti teimum tilkomnu og eldru, men eg haldi, at nú skuldi onkur komið í býráðið at tala søk teirra ungu.



Sjálvsagt skulu øll í kommununi fáa bestu sømdir og bestu kor, men tað er eisini umráðandi at skapa góðar karmar fyri ungdómin. Her hugsi eg um skúlaskap, ítrótt, tónleik, list og alt, ið er við til at menna, stimbra og gera býin til ein spennandi bý, har ungdómurin trívist og vil verða búgvandi.



Væl veit eg, at pengar eru ikki til at gera alt, ið ynskiligt er, men tað ber til at stinga út í kortið, gera langtíðarætlanir og fremja ymisk átøk í smáum, sum ráðini eru.



Góði veljari! Heldur tú, at vit eiga at hava eina unga rødd í býráðnum, so er møguleikin nú!








Katrina Gullaksen



Rødd teirra ungu



Sambandsflokkurin