Rív múrin niður í Palestina!

Stríðið millum Ísrael og Palestina hevur vart nógv ár
eftirhondini, og tykist ikki at fáa nakran enda. Ísrael hevur, síðani staturin
varð stovnaður í 1948, yvirtikið meira og meira av palestinska økinum í
Miðeystri. Í dag er Palestina vorið sera lítið og spjatt. Núverandi stríð
fyriferst serliga í Gasageiranum, ið liggur út ímóti havið. Ísrael hevur gjørt
stóran múr runt um økið. Hetta hevur m.a. við sær, at fólk ikki kunnu ferðast
frítt, og at nógvir palestinar ikki fáa nóg góða læknahjálp, vatn og sanitet.



Stríðið er
harðnað seinastu tíðina í sambandi við, at tríggir ísraelskir tannáringar vórðu
dripnir á Vestara Áarbakka í juni. Ísrael gevur Hamas skyldina, og hevur sent
rakett omaná rakett inn í Gasa fyri at útrudda Hamasrørsluna, og at oyðileggja
loyniligu tunlarnar hjá Hamas. Veruleikin er tó tann, at stórur meiriluti av
teimum dripnu eru sivil fólk. Fleiri enn 1500 palestinar hava latið lív
seinastu vikurnar. Á ísraelsku síðuni hava uml. 65 fólk latið liv –
meginparturin hermenn.



Støðan í Miðeystri er ræðandi. Atsóknirnar hjá Hamas kunnu ikki forsvarast, men
mótálopini hjá Ísrael eru púra burturvið! Ísrael sendir rakettir inn í økir,
har nógv fólk búgva. Og tey hava ongan møguleika at rýma, tí tey eru innibyrgd.
Orkuverkið í Gasageiranum er hart rakt, og hetta hevur m.a. við sær, at
sjúkrahúsini ikki fáa veitt grundleggjandi tænastur, tí teimum vanta streym.
Skúlar verða bumbaðir, og skúlabørn lata lív.



Føroyar skal viðurkenna Palestina sum stat

Fyrsta stig at skapa frið í økinum, er at fáa eina friðaractalu í lag. Síðani
er alneyðugt, at Palestina verður viðurkent sum statur og fær hertiknu
landaøkini aftur. Føroyar eiga at taka virkið lut, og viðurkenna Palestina sum
stat. Tað hevur sera stóran symbolskan týdning, at vit stuðla kravinum hjá palestinska
fólkinum og viðurkenna Palestina sum tjóð.



Tað er tíð uppá at enda harðskapinum í Gasageiranum, harímillum at ríva múrin
niður, so at fólk aftur kunnu ferðast frítt í sínum egna landi.



Tráin Petursson Nónklett

03/08-2014