RÆTTLEIÐING: Jóhan Dahl gav Grunnabarði royndarloyvið


Sendingin “Oyðandi gávubúðin” byggir á faktuellar skeivar upplýsingar. Sambært sendingini var tað Jacob Vestergaard, ið gav Grunnabarði royndarloyvið eftir hvítingsbróðuri. Tað er faktuelt skeivt! Tað var Jóhan Dahl, ið gav Grunnabarði royndarloyvið eftir hvítingsbróðuri. Sí viðheftu mynd niðanfyri.

Tað má metast at vera stak óheppið, tá KVF kemur við dokumentarsending í bestu senditíð, at sendingin byggir á skeivar upplýsingar.