Ráð til at liva í Havn


Tað eru alt ov mong sum ikki hava ráð til at búgva og liva í Havn. Bústaðar- og livikostnaðurin er alt ov høgur.



Tað skal vera eitt av mínum hjartamálum at fremja ein bústaðarpolitikk, sum tryggjar fólki við lágum og vanligum inntøkum ráð til at liva, at búgva og at leiga í Havn. Og tað kann Tórshavnar Kommuna slóða fyri – eitt nú saman við Húsalánsgrunninum. Júst í hesum døgum boðar Húsalánsgrunnurin frá, at fyritreytirnar fyri at byggja leigu- luta og lestraríbúðir nú eru komnar upp á plásss.



Javnaðarflokkurin hevur við góðum lógarsmíði tryggjað, at Húsalánsgrunnurin nú hevur neyðugu heimildirnar.



Fá mál hava so stóran týdning fyri framtíð okkara sum samfelag, sum at tryggja ungum fólki møguleika fyri at seta búgv í Tórshavnar Kommunu, uttan at draga milliónaskuld upp á seg.



Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Kommunu