Politiska skipanin ignorerar lívfrøðiligar tilráðingar

Komandi tingseta
Um nakrar fáar dagar kemur Løgtingið saman aftur og nýtt tingár byrjar. Ein komandi tingseta vil uttan iva verða nógv ávirkað av, at eitt løgtingsval er við at nærkast.





Eftir, at ólavsøkurøða løgmans er viðgjørd er eitt av fyrstu málunum, sum Tingið skal viðgera og taka støðu til, ásetingin av fiskidøgum fyri komandi fiskiár og skal hetta verða samtykt áðrenn 18. august.





Fiskidagaskipanin
Nógv hevur verið sagt og skriva um okkara fiskidagaskipan, ið skjótt hevur 20 ár á baki. Henda veiðiskipan skuldi verða heimsins besta, sjálvsregulerandi og skal á hvørjum ári hava sítt bláa stempul frá politisku skipanini. Men seinastu árini eru alt fleiri, sum stórliga ivast í hesi skipan, og tað eru tað allar góðar grundir til.





Ongantíð hava okkara fiskastovnar, verið so illa fyri sum nú. Havstovan sigur greitt, at toskur og hýsa er so illa fyri, at hesir fiskastovnar eru í einari undantaksstøðu. Men hóast allar ávaringar um støðuna, tey seinastu árini, eru helst onnur áhugamál, sum telja meira, enn tað, sum er neyðugt at gera fyri, at samfelagið kundi fingið einar 4-600 mió.kr. meira burtur úr fiskivinnuni, um stovnarnir vóru har teir lívfrøðuliga eiga at verða.





Niðurstøðan og tilmælið frá Fiskidaganevndini er meira eitt álit til politisku skipanina, her kann man fyrihalda seg til eina niðurstøðu, sum á hvørjum ári ikki krevur tey stóru politisku átøkini, og sum man ikki fær teir stóru politisku trupulleikarnar av. Eitt tilmælið, ið eingin setur spurnartekin við?





Umsitingarætlanir og burðardygg veiða
Í samgonguskjalinum, sum samgonguflokkarnir skrivaðu undir 14. november 2011, stendur um burðardyggaveiðu í fyrsta reglubroti:





“Umsitingarætlan frá 24.10.2011 verður grundarlagið undir viðgerðini av framtíðar reguleringum av fiskiskapinum av fiskasløgunum, toski, hýsu og upsa.”





Tað, sum stendur sum yvirskrift til eina lýsing, Burðardygg fiskiveiðaskuldi man helst kunna tikið í álvara, men so er ikki. Man velur tí lættastu loysnina, einki at gera ella bíða eftir einari nýggjari fiskivinnulóggávu, sum tosað hevur verið um síðan samgongan varð skipað.





Nýggj lóggáva – ein fiskivinnunýskipan
Ein nýggj fiskivinnulóggáva, sum ætlanin er at sera í verk, sær út til at verða ein tungur burður, ið fleiri ivast í fer at broyta nakað í fiskivinnuni. Hetta verður seinasta tingsetan, ið samgongan hevur, so tíðin er við at renna undan, um hon skal røkka sínum málsetningi á fiskivinnuøkinum.





Ein broyting í fiskivinnulóggávuni og umsitingarætlanir skulu tæna hvør sínum endamáli. Lat okkum sláa tað fast. Veiðuloyvi, útlendskur ognarskapur, uppboðssøla, kvotaskipan kontra fiskidagar, tilfeingisgjald, alt um føroyskan kaikant, fyri at nevna nøkur evni, ið verða nevnd í einari broyttari fiskivinnulógávu, eru meira langsiktaðar strategiskar ætlanir og mál. Soleiðis sum botnfiskastovnarnir undir Føroyum eru fyri, er neyðugt við stuttsiktaðum og meira kreppukendum og akuttum loysnum, sum t.d. at seta í verk umsitingarætlanir fyri høvuðsfiskasløgini tosk, hýsu og upsa.





Áhugavert at hoyra frá Havstovuni, at nú er heitið umsitingarætlanir skift út við annað hugtak sum endurreisingarætlanir fyri botnfiskastovnarnar. Hetta er eitt prógv og tekin um, at umsitingarætlanirnar skuldu fyri langari tíð síðan verði settar í verk. At arbeiðið við burðardyggari stovnsrøkt hevur drigið út hevur við sær, at vit hava eina kreppustøðu fyri heimaflotan og tí er tørvur á endurreisingarætlanum ella meira skrøppum inntrivum.





Tí kann tað tykjast sera løgi, at Landsstýrið ikki hevur arbeitt meira við umsitingarætlanum fyri høvuðsfiskasløgini, soleiðis sum avtalað er í samgonguskjalinum, nov. 2011. Umsitingarætlanir kunnu setast í verk eftir galdandi lóggávu og at bíða eftir nýggjari lóggávu er onki annað enn ein blandingur av politiskari undanførslu, mótvilja og vantandi handlikraft.





Fakligar lívfrøðiligar tilráðingar
Hevur okkara politiska skipan ein trupulleika? Líka síðan fiskidagaskipanin kom í gildi fyri skjótt 20 árum síðan hava vit tilvitað valt ikki at fylgja tilráðingunum frá Havstovuni ella tí lívfrøðuliga partinum - hetta er ein álvarsligur trupulleiki. Havi ikki hildið, at Havstovan hevur rætt í øllum, sum hon hevur ført fram, men hon hevur havt rættast- tað koma vit ikki uttanum. Og eingin skal ivast í, at sæla vit ikki um í hesum spurningi, fáa vit enn størri trupulleikar við botnfiskaveiðini í føroyskum sjóøki.





Ein kann seta stórt spurnartekin við, hví politiska skipanin játtar nógvar milliónir til at reka Havstovuna og ignorerar teir upplýsingar og vitan, sum stovnurin kemur við í samstarvi við altjóða stovn og tilráðingar.





Heldur enn, at yvirbjóða hvønn annan við avgjøldum og tilfeingisgjøldum til at fíggja vælferðarsamfelagið, áttu vit at havt dirvi til at gjørt alt fyri at fingi okkara fiskastovnar at komu fyri seg aftur, har teir søguliga eiga at verða.





Útlit og potentialið
Verandi ovurstóru nøgdir av pelagiskum fiski verður uttan iva ikki at veiða um 2-3 ár og tá er sera neyðugt, at botnfiskastovnarnar undir Føroyum eru á einum burðardyggum støði fyri at tryggja eina nóg stóra heildarveiðu.





Við einum broyttum bygnaði og øðrvísi skipan av fiskivinnuni eru 100 tals milliónir at vinna til landshúsarhaldið, saman við arbeiðsplássum, ið kunnu verða eitt gott íkast til vælferðarsamfelagið. Ùtlit í náttúruni tala fyri, at broytingar eru (meira æta), men hesar einsamallar fáa neyvan fiskastovnarnar fyri seg aftur, her skal ein hugburðsbroyting til og stór politisk átøk setast í verk.





Um fáar dagar fáa vit enn eitt høvið at kjakast um fiskarípolitikk og ásetan av fiskidøgum. Men longu nú er politiskt boðað frá og signalerað, at fiskidagarnir komandi fiskiár verða óbroyttir í mun til inniverandi fiskiár.





The same procedure as last year, Miss Sophie ? The same procedure as every year, James! Er føroysk fiskivinna á ávisum økjum við at útvikla seg frá einari tragediu til eina komediu.





Eivin Jacobsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin