Parkeringshús til miðbýin og Ebenezer

Miðbýurin hevur eina stóra avbjóðing, tí parkeringsviðurskiftini eru ikki nøktandi


Hetta køvir nógv av tí lívi og virksemi, sum átti at verið sjálvsagt mitt í einum høvuðsstaði.

4 støð í miðbýnum eru væl skikkað til parkeringshús:

1) Við Ebenezer (sunnan fyri Bøkjarabrekku)

2) Millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu

3) Við Jóhannesar Paturssonargøtu

4) Á Skálatrøð

Tað er av stórum týdningi, at eitt komandi parkeringshús liggur so sentralt sum til ber.

Hetta hevði givið nýggjar møguleikar fyri handilslívið og alt annað virksemi í miðbýnum.

Um tú vilt miðbýnum væl, so er at velja 


Jógvan Poulsen á lista A