Opið bræv tið Føroya Løgmann frá eldraráðnum í Norðoyggjum

Eldraráðið í Norðoyggjum fegnast saman við føroysku myndugleikunum og øllum føroyska fólkinum um, at tað hevur eydnast okkum í felag at beina burtur koronusmittuna, soleiðis at hon nú einans kann hótta okkum við landamørkini.

Tí sótu vit sum sligin á nevið, skuffað og vónbrotin, tá ið myndugleikarnir kunngjørdu, at landamørkini fóru at verða latin upp og sóttarhaldini tikin burtur, uttan at nøkur kanningarskipan varð sett í verk, ið skjótt og smidliga kundi staðfesta nýggjar smittutilburðir, serliga nú Heimsheilsustovnurin boðar frá eini møguligari nýggjari smittubyglju.

Verjugarðarnir, sum áttu at verið laðaðir við landamørkini, mugu ístaðin byggjast beint við dyrnar hjá okkum, sum als ikki tola at fáa smittuna. Tíverri er tilfarið í verjugarðinum ótti, avbyrging, einsemi, sosial isolatión, niðursett lívsgóðska/lívsmót og afturstig í virkisførleika.

Granskingin, ið higartil er gjørd um COVID-19, staðfestir greitt, at aldur og kroniskar sjúkur, sum ein stórur partur av eldri fólki hava, eru týðandi vandatættir í mun til at fáa eina álvarsliga og møguliga deyðiliga sjúkugongd. Og tí standa vit púra spyrjandi yvir fyri avgerðini hjá landsins myndugleikum, sum vit meta vera fullkomiliga ábyrgdarleysa.

Somuleiðis óttast vit fyri, at sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastur á eldraøkinum aftur verða niðurlagaðar. Tænastur, sum stuðla undir okkara virkisførleika, lívsgóðsku og møguleikanum fyri at búgva heima sum longst og harvið útseta tørvin á dýrum røktarheimsplássum.

Eru landsins myndugleikar greiðir yvir hesar álvarsligu avleiðingar?

Meðan fremmand ferðafólk og teir føroyingar, sum tola at fáa COVID-19, kunnu ferðast frítt og njóta føroyska summarið, er støðan heilt ein onnur hjá einum stórum parti av Føroya fólki!

Hvar er virðingin fyri eldra ættarliðnum? Eru fremmand ferðafólk meiri verd?

Vit skilja væl, at ferðavinnan hevur tørv á, at ferðandi aftur sleppa til landið, men vit mótmæla harðliga, at tað í stóran mun eru vit eldru, ið mugu rinda ein ófatiliga og órímiliga høgan prís fyri, at tað skal bera til. Eldri borgarar, avvarðandi og starvsfólk á eldraøkinum hava longu í rúma tíð víst serliga stóra ábyrgd og liva avbyrgd við sera avmarkaðum sosialum sambondum, ja, langt út um tað, sum almennu tilmælini áseta, antin av ótta fyri at fáa COVID-19 ella av ótta fyri at bera eldri borgarum smittuna.

At myndugleikarnir hava valt eina smittuverjustrategi, har teir seta sítt álit á, at føroyingar, sum fara uttanlands at ferðast, “skikka sær væl”, kann als ikki takast í álvara! Ein strategi, sum á ongan hátt økir um trúvirðið og álitið á løgmann og tey, sum annars ráða fyri borgum – heldur tvørturímóti.

Øll hesi óunnuligu inntrivini í lívið hjá eldri føroyingum og øllum teimum, ið varða av, kundu verið strikað, um løgmaður og landsins myndugleikar tóku sær um reiggj og valdu at seta verjugarðarnar við landamørkini, soleiðis at ferðandi í Føroyum og ALLIR føroyingar vórðu javnsettir í mun til at liva eitt so frítt og frælst lív, sum tað ber til í hesum døgum.

Vit hava í fleiri mánaðir hoyrt, at Føroyar eru í serstøðu, tá um kanningarkapasitet ræður, men enn hava vit ikki hoyrt nakra líkinda grundgeving fyri, at tað ikki skal bera til longur at kanna fyri koronusmittu, og fara vit tí STAÐILIGA at heita á løgmann og landsins myndugleikar um beinanvegin at seta kanningarskipan við landamørkini í verk, bæði loft- og sjóvegis.

17-06-2020

Vegna Eldraráðið í Norðoyggjum,
Gerda Absalonsen, virkandi forkvinna, og Margreta í Buð, skrivari