Øll skulu hava møguleika at standa á egnum beinum


Tað er sera harmiligt at meginparturin av teimum ungu, ið nú eru liðug á Rásini, ikki hava eitt bútilboð. Tað er tó vert at leggja til merkis, at tey eru sera tolin, men ynskja, sum sjálvsagt er, at fáa at vita nær eitt bútilboð er klárt. Tey vilja vita, um tað er nøkur ætlan, ið hevur til endamáls at útvega teimum ungu, ið hava brúk fyri at búgva í einum meira vardum felagsskapi, tak yvir høvdið.

Ætlanir um 4 búfelagsskapir kring landið


Uttan at fara inn í ítøkiliga málið um hesi sjey ungu á Rásini, kann eg vísa á, at landsstýrið í bústaðarpakkanum setti sær fyri, saman við Bústøðum, at byggja tríggjar nýggjar búfelagsskapir, ið ætlandi skuldu verða staðsettir í ávikavist Klaksvík, Eysturoy og í T órshavn.



Hesir tríggir búfelagsskapir skuldu eftir ætlan innihalda í minsta lagi bústaðir til 36 borgarar. Tíverri er henda ætlan tengd at lógini um fígging til Bústaðir, ið løgtingið, sum øllum kunnugt, ikki samtykti, áðrenn tað fór heim.

Hetta er sera harmiligt, og mí n v ó n er, at hetta uppskotið verður eitt tað fyrsta, ið verður samtykt í nýggja løgtinginum, so ætlaninar kunnu førast út í lívið sum skjótast. Haraftrat arbeiðir Almannaverkið, saman við øðrum, við einari ítøkiligari ætlan um ein nýggjan búfelagsskap í T órshavn, ið væntandi kemur at útvega omanfyri 10 nýggj búplá ss.


Málið er, at øll ung við serligum tørvi fáa hóskandi bústað



Hóast tað er sett út í kortið at útvega umleið 50 nýggj pláss í búfelagsskapum, so eiga vit ikki at steðga her. Tað er neyðugt at gera eina langtíðarætlan, har hugt verður 10 ár fram og mett um, hvussu tørvurin økist og, at tað verður útbygt samsvarandi. Hetta er sjálvsagt eitt arbeið i, ið eg vil fáa sett í verk, fái eg møguleikan til tess.



Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.