Oljulobbyisma og veðurlagskreppa

Í
Degi og viku fríggjakvøldið hin 4. desembur tók Ben Arabo, oljulobbyistur og
oljukapitalistur, soleiðis til um orðið “veðurlagskreppa”: “Orðið ‘veðurlagskreppa’
er eitt sovorðið miðlaorð.



Til
hetta er at siga, at oljulobbyisturin í besta føri er óvitandi, í ringasta føri
villleiðandi. Til ber m.a. at vísa til tey 11.000 (ellivutúsund!) vísindafólkini,
sum í 2019 skrivaðu undir hesa yvirlýsing: We declare clearly and unequivocally that planet Earth is
facing a climate emergency
1. Stutt og greitt:
jørðin er í einari veðurlagskreppu.



So mugu vit spyrja okkum
sjálvi: hava ellivutúsund serfrøðingar, sum granska á økinum, rætt? Ella hevur Ben
Arabo, ið hevur fíggjarlig áhugamál í einari føroyskari oljuvinnu, rætt?



Vit eru í einari
veðurlagskreppu, tí vit útleiða ov nógv CO2 og onnur útlát. Her eru olja, kol
og gass stórir syndarar. Skal jørðin ikki hitna meira er alneyðugt at fara
burtur frá hesum orkukeldum.



Føroyar eru eitt av
heimsins ríkastu londum pr. íbúgva. Tað eru tískil ikki skilagóð búskaparlig
atlit, sum tala fyri størri oljuvinnu í Føroyum. Samstundis eru vit eitt av
londunum í heiminum við størsta útláti pr. íbúgva! Vit kunnu ikki verja okkum
við at vera eitt fátækt land, sum ikki hevur aðrar møguleikar.



At steðga við at leita
eftir olju í føroysku undirgrundini er bara tað minsta, sum vit kunnu gera. Tað
er ikki eingongd framskygdur umhvørvis- og orkupolitikkur. Tað er tað allar
minsta! Tað stóra takið er at leggja øll føroysk húsarhald og vinnu um til varandi
orkukeldur, samstundis sum vit verja okkara náttúru. Tað er eitt tak, sum vil
nakað, og sum politiska skipanin má raðfesta. Í løtuni verður øll ábyrgdin løgd
yvir á SEV, meðan landið ongin átøk tekur á seg. Ovurhondsstórar upphæddir
skulu til, og tær mugu raðfestast umgangandi.



Fátøk lond hava rætt til betri
livikor, og tí er neyðugt, at vesturheimurin steðgar sín búskaparvøkstur og
minkar um sítt útlát. Tíbetur er grøn tøkni longu í dag sera framkomin, og tí
ber nógva staðni til at nýta varandi orkukeldur, m.a. sól- og vindorku.



Fátæk fólk eru tey sum
ógvuliga órættvíst eru harðast rakt av veðurlagskreppuni. Skulu vit hjálpa
teimum fátæku er tað ikki við at selja teimum olju, men hinvegin við at gerast útlátsneutral.
Samstundis eiga vit at rinda umhvørvishjálparveitingar, soleiðis at fátøk í
størri mun kunnu nýta varandi orkukeldur at lyfta sítt materiella støðið við.



Vit eru í einari
veðurlagskreppu. Tað viðførir, at vit mugu lurta eftir vísindafólkum, og ikki
Ben Arabo.



Tráin Petursson Nónklett



1): https://www.theguardian.com/environment/2019/nov/05/climate-crisis-11000-scientists-warn-of-untold-suffering