Ókeypis svimjing


Pensionistar gjalda í dag 25 kr fyri at svimja, um ein pensionistur er aktivur, so brúkar hann umleið 300 kr um mánaðin í svimjuhøllini. Tað kann ikki verða rætt, tá hugsa verður um, at svimjing er heilsugott og hvussu lítið ein pensionistur hevur at geva av.



Ein einlig mamma, eigur heldur ikki at gjalda fyri at gleða síni børn við svimjing. Hon hevur ikki nógv at geva av sum er.



Kristian Joensen




Valevnið hjá Norðoya Sambandsfelag til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu