Ógrundað álop á Kringvarp Føroya

Annika Olsen, landsstýriskvinna, og Almannamálaráðið leggja Kringvarpið undir at bera skeiv tíðindi í málinum um røktarheimið Hamragarð í Vági. Hesum vilja vit staðiliga vísa aftur.



Orsøkin til atfinningarnar hjá landsstýriskvinnuni er eitt innslag í Degi & Viku týskvøldið 8. apríl, har vit vístu á, hvussu nógvar pengar Hamragarður brúkar til ávikavist røkt, praktisk viðurskifti (so sum køk og reingerð) og leiðslu/umsiting. Hetta varð gjørt, eftir at landsstýriskvinnan í beinleiðis samrøðu í Degi & Viku hósdagin 3. apríl var sera atfinningarsom mótvegis leiðsluni á Hamragarði. Landsstýriskvinnan segði eitt nú:




“Á Hamragarði brúkar mann meir pengar uppá leiðslu og umsiting enn mann til dømis ger á Grønanesi, og tað haldi eg, ikki er okey”.




Í samrøðuni í Degi & Viku róði landsstýriskvinnan fram undir, at tað eru leiðslurnar, sum ikki syrgja fyri, at peningurin, sum er játtaður til eldraøkið, kemur út til borgaran. Óbeinleiðis kundi hetta tulkast sum ein atfinning mótvegis leiðsluni á Hamragarði. Í hesum sambandi vísti hon á, at meiri pengar verða brúktir til umsiting og leiðslu á Hamragarði enn á Grønanesi, og at hon vildi hava kannað neyvari, hvussu býtið til umsiting og leiðslu er - bæði á Hamragarði og eisini á øllum røktarheimum í landinum.




Bjarni Djurholm, partamaðurin hjá Anniku Olsen, tók atfinningarnar hjá Anniku Olsen í Degi & Viku til sín, og kallaði hetta eina skelkandi niðurstøðu. Í greinini “Whistleblower á Hamragarði! – floyta fyri tey gomlu ella andstøðuni....?”, skrivar Bjarni Djurholm:




“Á Hamragarði velja tey heldur at brúka størri partar til fyrisiting enn til røkt”.




Tá fleri framstandandi politikarar – og sjálvt avvarandi landsstýriskvinnan – finnast so harðliga at raðfestingunum á Hamragarði, halda vit tað sjálvandi vera upp á sítt pláss at fáa staðfest fakta. Tað er, hvussu hesi bæði heimini raðfesta sína játtan.




Eftir sendingina spurdu vit tí beinanvegin Almannamálaráðið um dokumentatióna fyri, hvussu arbeiðsorkan verður raðfest á báðum heimunum. Vit vildu gjarna hava tølini yvir býtið av arbeiðsmegini og kanna, hvussu stórur munurin var millum hesi bæði heimini. Vit fingu eina frágreiðing, sum landsstýriskvinnan hevði fingið frá Almannaverkinum. Men í frágreiðingini stóð ikki tilskilað, hvussu stórur posturin til umsiting og leiðslu var á teimum báðum heimunum. Bara at "ein samanbering av ársverkum býtt eftir fakbólkum innan ávikavist røkt og annan rakstur, vísir at Hamragarður hevur fleiri ársverk til leiðslu, umsiting, reingerð o.a. enn t.d. Heimið á Grønanesi".




Vit vildu framvegis hava dokumentatiónina í tølum og prosentum, og heittu enn einaferð á Almannamálaráðið um at fáa hana. Ráðið vísti síðani til Almannaverkið, og týsdagin á middegi fingu vit loksins eina uppgerð yvir, hvussu nógv tey bæði heimini, hvør í sínum lagi, brúka upp á umsiting og leiðslu. Tað vóru tey tølini, vit lýstu í innslagnum í Degi & Viku týskvøldið. Tølini vísa, at meðan Hamragarður brúkar 12 prosent av játtanini til umsiting og leiðslu, brúkar Heimið á Grønanesi 11 prosent. Hetta er fakta. Tøl sum vit hava fingið frá Almannaverkinum.




Landsstýriskvinnan vil hava okkum at bólka umsiting og leiðslu saman við útreiðslunum til húsavørð, reingerð o.a., men hetta meta vit ikki vera nóg gjøgnumskygt, tá grundleggjandi atfinningarnar hjá landsstýriskvinnuni í samrøðuni í Degi & Viku snúgva seg um, at Hamragarður brúkar (ov) nógvar pengar til leiðslu og umsiting.




Tølini eru frá Almannaverkinum. Hvussu vit bólka tølini, er okkara redaktionella val.




Síðan Almannamálaráðið í viðmerking til miðlarnar leggur Kringvarp Føroya undir at bera skeiv tíðindi, hava vit roynt at samskift við aðalstjóran á Almannamálaráðum. Hann kann ikki vísa á, at nøkur fakta í Degi & Viku vóru skeiv, men sigur, at Almannamálaráðið er ikki samt í, hvussu vit hava bólkað tølini.




Hetta er sjálvandi rætturin hjá Almannamálaráðnum. Men hetta er ikki tað sama sum at bera skeiv tíðindi, og tað eigur Almannamálaráðið at vita.




Hvussu Kringvarpið velur at bólka tølini, er sum sagt redaktionella valið hjá Kringvarpinum. Soleiðis virkar ein fræls pressa. Vit halda, at tað er sera óheppið, at eitt aðalráð, ið eigur at vera leyst av politisku skipanini, ger seg til talirør fyri eitt so ógrundað álop á fjølmiðlarnar sum hetta. Og at Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, bæði í Løgtinginum, fjølmiðlum og á sosialu miðlunum leggur Kringvarp Føroya undir at bera rangan tíðindaflutning er beinleiðis ódámligt.






Liljan Weihe, tíðindaleiðari    
Kringvarp Føroya