Nú má Tórshavnar Kommuna kenna sína vitjunartíð

Nær væntar onkur, at tíðin er búgvin til at gera nakað við fólkafráflytingina og hvør er onkur? Meðan vit rokna, tosa og skimast í ymsar ættir eftir onkrum, ið skal lofta trupulleikanum, heldur fólkafráflytingin fram.

Vit í Framsókn skjóta upp, at Tórshavnar Býráð vísir viljastyrki og ger nakað ítøkiligt við málið. Skulu vit gera okkum eina vón um at verða lestrarbýur, má tað verða nú, meðan nakar er at lesa. Bíða vit longur, eru sannlíkindi fyri, at niðurgangandi snyrilin longu hevur fingið ov nógva ferð á – og tá er ov seint at bremsa og venda gongdini.

Ein týðandi partur av tí tey ungu fara uttanlands eftir, umframt sjálvari útbúgvingini, er júst møguleikin at seta sjálvstøðugt búgv. At liva og búnast saman við øðrum ungum. Tað eru júst hesi ungu, sum okkum vantar í gerandisdegnum. Bulurin av teimum 20-30 ára gomlu er ikki til, og samfelagið avskeplast á fleiri økjum av somu orsøk. Vit vanta tey í býarmyndini. Vit vanta tey sum kjakarar. Vit vanta tey sum brúkarar á øllum økjum í samfelagnum.

Bústaðir hevur verið frammi við tølum um, at kostnaðurin fyri at byggja lestraríbúðir liggur um 15.000 kr fyri fermeturin. Tá er talan um íbúðir á einar 45 fermetrar, sum við hesi meting fara at kosta um 675.000 kr hvør.

Samstundis sigur Bústaðir, at tey lesandi ikki klára at rinda eina hægri húsaleigu enn tað, ið svarar til 2/3 av byggikostnaðinum. Eftir er 1/3, ið restar í, fyri at hugtakið lestraríbúðir kann hanga saman.

Fyri Tórshavnar kommunu fer tað at merkja, at kommunan ger íløgur í lestraríbúðir saman við Bústøðum og setir seg fyri írestandi triðinginum. Taka vit sum dømi, at 100 lestraríbúðir verða bygdar, vil parturin hjá Tórshavnar Kommunu svara til 22,5 mió kr.

22,5 mió kr. fyri 100 lestraríbúðir. Tað eigur og skal kunna bera til at finna 22,5 mió kr til nakað so týðandi sum landins framtíð. Og lestraríbúðir er einki minni enn tað, tí júst hetta er tann tátturin í fráflytingarkabaluni, sum hevur størst týdning, fyri minst pening og mesta virkni. Vit tosa um ungdómin og um børn hjá lesandi, sum vaksa upp í eini lestraríbúð uttanlands heldur enn at læra fyrstu orðini og taka fyrstu fetini á einum matrikli í Tórshavnar kommunu. Tí skal henda avbjóðingin loysast fyrst. Allarfyrst.

Tórshavnar kommuna hevur fíggjarligu orkuna og eigur at hava áhuga í, at fólk seta búgv í kommununi, tá hin kosturin er, at tey ungu flyta av landinum, hóast tað býður teimum ímóti. Uttan lestraríbúðir kann Fróðskaparsetur Føroya illa vaksa. Uttan lestraríbúðir er einki, ið tarnar ella útsetir fráflytingini, tíansheldur fær nakran at støðast í Føroyum í eini 2 ár eftir lokna miðnámsútbúgving.

Skal tað verða kommunuskúlin? Skal tað verða úti við Venjingarskúlan, uppi við Kongavarða ella úti í Havnardali? Staðsetingin kann ikki forða støðutakanini. Staðsetingin gevur seg sjálva. Lestraríbúðir skulu nevniliga vera har, ið vit ynskja lestrarumhvørvi at verða.

Fróðskaparsetur Føroya hevur akkurát fingið met nógvar kvotu 2 umsóknir. Longu nú bíða 159 fólk spent eftir svari, um tey sleppa framat eini útbúgving eftir summarfrítíðina. Og talið fer at vaksa munandi, tá Setrið fær seinastu umsóknina til kvotu 1 um nakrar mánaðir. Her er altso talan um fleiri hundrað fólk. Men hvar skulu tey búgva? Hvat gera summi av hesum, hava tey ikki nýmótans íbúðarkarmar í lestrartíðini

Nú er liðugt tosað; trupulleikin er eyðmerktur og øll vita, at hjálpin kemur ikki uttanífrá. Her er eitt at gera og tað er at fara til arbeiðis.

Framsókn