Náttúruvernd, ognartøka og matfullveldi

Bóndafelagið og Óðalsfelagið mótmæla staðiliga uppskotinum til løgtingslóg um náttúruvernd, sum tað fyriliggur nú. Vit sum fáast við landbúnað kenna og virða týdningin av náttúruvernd, tí javnvág og burðardygd eru sjálvt grundarlagið fyri øllum okkara virksemi. Av ti sama hava vit væl betri skil fyri hvussu náttúran verður vard, enn nakar landsstyrismaður og hansara embætisfólk.



Hetta uppskotið er tað størsta intrivið í føroyskari jarðarlóggávu í nýggjari tíð, har ræðisrætturin til uttangarðsjørðina verður tikin frá festarum og óðalsfólki, og fluttur til ein einstakan landsstýrismann og hansara fyrisitng. Inntrivið er somikið stort, at hetta er eitt beinleiðis brot á ásetingarnar um ognarrættin í §73 í grundlógini. Harvið er lógaruppskotið í beinleiðis andsøgn við grundlógina.



Sambært núverandi náttúrufriðingarlóg er mannagongdin tann, at um eitt mál er fevnt av gildisøkinum hjá náttúrufriðingarlógini, skal søkjast um loyvi frá friðingarnevndini á staðnum. Hetta kann síðan kærast til yvirfriðingarnevndina, sum tekur endaligu avgerðina. Hetta er ein dómstólslíknandi skipan, sum m.a. gongur aftur í útskiftingarnevndum og landbúnaðarstevnu.



Men verður hetta uppskotið samtykt, so verður øll skipanin innan náttúruvernd vend á høvdið.



Uppskotið gevur einum einstøkum landsstýrismanni víðfevndar heimildir til at gera kunngerðir innan fyri gildisøkið í lógini. Harvið fáa almennir fyrisitingarmyndugleikar einsamallir rætt til at taka stig til at skipa fyri einstøkum verndarøkjum. Samstundis verður kærurætturin hjá festarum og óðalsfólki gjørdur munandi veikari enn hann er í verandi skipan.



Tað er fulkomuliga óhoyrt og hartil ólógligt at geva einum landsstýrismanni somikið stórar ognartøkuheimildir í kunngerð, og hetta er heldur ikki fyrr sæð í føroyskari rættarsøgu. Ein og hvør við innliti í lóggávu veit nevniliga, at ognartøka bara kann gerðast við heimild í lóg. Verður lógaruppskotið kortini samtykt gerst úrslitið, at vit fáa eitt sjálvtøkuborð til almennu fyrisitingina, har tey sum nú varða av jørðini lítið og onki fáa at siga.



Fyri at taka nøkur ítøkilig dømi burtur úr rúgvuni, so verða heimildirnar sum landsstýrismaðurin fær í kap. 4 í lógaruppskotinum (§18-§31) til at áseta verndarøki so víttgangandi, at útrakstur av seyði vm. í haga, sum vit kenna hann í dag verður munandi darvaður og í nøkrum førum heilt ógjørligur. Sostatt verður hetta helst eisini tað størsta inntrivið í føroyskt húsdjórahald í fleiri hundrað ár.



Harumframt hevur uppskotið við sær, at stórt sæð øll lunnindi verða tikin frá jørðini. Til dømis verður ásett í § 6, stk. 3, at “livandi tilfeingi í áum og vøtnum” (t.d. laksur og síl) frá jørðini, skulu leggjast inn undir løgtingslóg um sjófeingi. Somuleiðis verður rætturin til fuglaveiðu loystur frá jørðini (§ 7), og lagdur inn undir fyrisitingarmyndugleikan. Í báðum førum er talan um beinleiðis ognartøku, sum er í greiðari andsøgn við § 73 í grundlógini.



At hesi inntrivini eru gjøgnumhugsað og ikki íkomin av tilvild sæst av ásetingunum um endurgjald í § 30-31 í lógini. Harundir kemur sjálvandi møguligt endurgjald fyri mist hagabit, og reglurnar eru snikkaðar soleiðis til, at tað skal verða so lætt sum gjørligt hjá fyrisitingarmyndugleikanum at seta festarar og jarðareigarar til viks.



Hetta er sostatt eisini í stríð við allan endurgjaldsrætt.



Endurgjald fyri inntriv skal sjálvandi verða veitt eftir vanligum endurgjaldsreglum. Fíggjarligur missur er sostatt ikki bert darvað brúk, sum er í gongd, men eisini minkað søluvirðið v.m. grundað á tey inntriv, sum verða gjørd. Ásetingin í § 31 er somuleiðis púra burturvið, tí har verður sagt, at jarðareigarar og rættindahavarar skulu hava sett fram krav um endurgjald innan fýra mánaðir frá tí, at verndarkunngerðin er komin í gildi. Her vendir eisini alt øvugt, tí vanlig mannagongd er, at tá tað almenna ognartekur jørð, venda myndugleikarnir sær til jarðareigaran við uppskoti um endurgjald fyri lendið, sum er tikið. Sum minstamark átti sjálvandi at verið ásett, um endurgjaldskrøv kunnu setast ígjøgnum rættarskipanina, sum vanligt er í sambandi við ognartøku. Somuleiðis má ásetast, hvønn rætt festari ella óðalsfólk hava, um hesi ikki halda kærufreistina.



Samanumtikið er lógaruppskotið gjøgnumgangandi merkt av at verða skrivað av fólki, sum ikki hava skil fyri landbúnaði, jarðarlóggávu, ognarviðurskiftum og hvussu føroysku hagarnar verða riknir. Uppskotið er somikið víttgangandi, at tað ikki undir nøkrum umstøðum kann góðtakast, tí inntrivini í privata ognarættin hjá útvið 5.000 føroyingum eru somikið stór, at talan verður um størstu ognartøku í Føroya søgu síðan kongsjørðin bleiv tikin frá katólsku kirkjuni. Henda ognartøka er sníkt inn í lógaruppskotið uttan á nakran hátt at verða nøktandi lýst.



Harafturat vil lógaruppskotið hava við sær, at tað verður munandi truplari og í vissum førum ógjørligt at reka landbúnað í Føroyum. Og hetta ætla tey at gera, samstundis sum allur heimurin tosar um týdningin av sjálvbjargnisbúskapi. Ein alheims matvørukreppa hóttir, og hvørt einstakt land má tryggja sær eina landbúnaðarframleiðslu, sum megnar at breyðføða sínum egna fólki.



Síðst, men ikki minst, spøkir eisini hvørsmansrætturin aftanfyri hetta uppskotið. Við hesum víðgongda lógaruppskotinum verður slóðað fyri eini nýggjari fyrisitingarligari siðvenju, har ein tilvildarligur landsstýrsimaður við sínari undirskrift aleina, kann ognartaka alla jørðina í Føroyum. Tað næsta verður ognartøka við tí fyri eyga, at øll heimsins milliónir av ferðafólki kunnu ganga har sum tey vilja í føroysku náttúruni, uttan avmarkingar. - Hvør tosar tá um náttúrvernd?



Somu fólk sum skrivaðu víðgongda uppskotið um gongd í haga, vilja nú sníkja hvørsmansrættin inn gjøgnum bakdyrnar, við hesum nýggja víðgongda uppskotinum.



Tað sigur seg sjálvt, at um vit veruliga vilja verja náttúruna, so kann avgerðarrætturin og vitanin hjá okkum sum hava skil fyri náttúrvernd, ikki bara kveistrast til viks. Landbúnaðarjørðin skal ikki bara kunna ognartakast við einum pennastroki, frá einum einstøkum persóni. Hetta vildi verið ábyrgdarleyst. Stórar fyristingarligar avgerðir, við stórum avleiðingum, skulu hinvegin tryggjast, við neyvum og drúgvum fyrisitingarligum mannagongdum.



Ella halda vit veruliga, at tað hevði verið betri fyri føroya náttúru og djóralív, um øll føroyska jørðin kundi ognartakast av einum landsstýrismanni? Fyri síðani seinni, við líknandi heimild hjá einum heilt øðrum landsstýrismanni, sum ynskir at luta jørðina út ókeypis, til ferðavinnuna at fylla okkara hagar við hundraðtúsundtals útlendskum turistum hvørt ár?



Hevði tað ikki verið betri fyri føroysku náttúruna og føroya fólk, um landbúnaðurin fekk betri umstøður, til á burðardyggum grundarlagi at framleiða mat til okkum øll? Vilja vit gerast meira sjálvbjargin við okkara egnu føroysku matvørum, so mugu vit stuðla okkara egnu heimaframleiðslu. Tí má føroyska jørðin fyrst og fremst gagnnýtast til matframleiðslu, hjá føroya fólki. Men hetta endamál tryggja vit ikki, við at kollvelta alt grundarlagið fyri føroyskum landbúnaði.



Bóndafelagið og Óðalsfelagið mæla á omanfyristandandi grundarlagi øllum løgtingslimum til at fella uppskotið.



Í staðin eigur uppskotið at verða lagt til viks, so lóggávu-arbeiðið kann byrja av nýggjum, og onnur vitan kann gera seg galdandi; Ikki minst frá okkum, sum hava skil fyri bæði landbúnaði og náttúruvernd.




Bóndafelag Føroya & Føroya Óðalsfelag