Musikkskúli í útlegd

Jógvan Arge, býráðslimur í Havn



Býarskipanarliga er avgerðin, sum býráðið hevur tikið um Musikkskúlan, ikki ein góð loysn. Nú fer Musikkskúlin at liggja í úryðjuni í býnum heldur enn á miðjari leið millum útjaðararnar. Hartil er hann tveittur í eitt øki, har avgerð longu er tikin um ein skúladepil til 1500 fólk og ein fólkaskúla til 6-700 børn.



Bygningurin er formgivin til at liggja undir liðini á Norðurlandahúsinum. Hægsta punktið á honum er ájavnt við stovugólvið hjá grannanum. Hann hevði onki tikið frá Norðurlandahúsinum, men verið ein bæriligur granni. Synergiin við mentanarbygningarnar í Sortudíki hevði verið munandi meiri enn úti við Landavegin.



Nú upp undir endan varð springandi punktið sjálvt grundstykkið, tí har skuldi fara ein ávís útfylling fram. Ráðgevin hevur fyri langari tíð síðani heitt á kommununa um at bjóða tann partin út fyri at fáa vissu fyri kostnaðinum. Hetta tilmæli er hvørki lagt fyri bygginevnd ella mentamálanevnd.



Var tað rætt, so var næsta stigið í hesum máli at taka hesa útbjóðingina og síðani meta aftur um støðuna sum heild. Tað kundi langtsíðani verið gjørt – og eftir fáum døgum. Men hetta varð ikki gjørt.



Í staðin varð yvir háls herðar avgjørt at fara út á Landavegin á eitt stykki, sum fyri heilt fáum mánaðum síðani skuldi hýsa einari tvíhøll til ítrótt og framsýningar. Nú er bundið fyri tvíhøllini – ella multihøllini, sum hon eisini hevur verið nevnd.



Tað er ikki kostnaðarleyst at flyta út á Landavegin. Har skula eisini gerast vegir og parkeringspláss og hitamiðstøð skal útvegast. Útgrevsturin hevur longu kostað kommununi fleiri milliónir og av teimum eru einar tvær latnar Neistanum.



Skúlin verður fluttur í eitt umhvørvi, har hann ikki er ætlaður at vera, so broytingar mugu gerast í projektinum. Tað er ikki ókeypis. Ljósviðurskiftini gera, at hann ið hvussu so er skal vendast í aðrar ættir enn higartil. Hann er teknaður at standa í vallaðum lendi. Hetta skal í minsta lagi endurskapast við nýggju staðsetingini o.s.fr.



Viðgerðin hevur verið meir enn undarlig. Síðani samtyktina í december hevur verið arbeitt í loyndum við øðrum loysnum enn henni, sum býráðið hevði samtykt einmælt. Ikki fyrrenn tveir tímar áðrenn býráðsfundin í farnu viku varð málið lagt fyri mentamálanevndina, sum varðar av málinum.



Mær kunnugt hóvaði fólki yvirhøvur staðsetingina við Norðurlandahúsið. Eri sannførdur um, at byggingin fer at draga meir út úti á Landavegnum enn hon nýttist at gera við Norðurlanmdahúsið. Og peningaliga verður hetta neyvan stórvegis vinningur sambært teimum tilmælum, sum løgd eru fyri býráðslimir.



Tann seinasta royndin at varðveita skúlan í Sortudíki var eitt broytingaruppskot á seinasta býráðsfundi. Tíanverri vóru vit bara fimm fyri og átta ímóti. Fyri fimm mánaðum síðani var alt býráðið fyri staðsetingini, sum nú fall. Skjótt er býráðslimum um.