Mistøk eru ætlað at læra av - ikki endurtaka


Um ein onnur bylgja av Covid-19 kemur, er tað púrasta vitalt, at løgmaður ger sær hetta greitt:



Tað ber ikki til at eliminera vága - at gera tað er at skilja sjálvt lívið burturúr okkum.
Men tað, vit kunnu og eiga at gera, er at stýra og avmarka tann vága, sum kemur við virusinum.
Hin stóri bróðurparturin av menniskjum góðtekur hetta, og sami bróðurpartur er førur fyri at vísa samlyndi og skil. Fyritøkur onki undantak.Fer virusið at gera um seg aftur, mugu vit læra av tí, sum hendi, og ongantíð aftur, ongantíð!, lata samfelagið aftur.




Vit funnu fram nakrar uppgjørdar "ekspertar" og lótu teir spæla totaliter-politikk.
Vit, snøgt sagt, góvust at spyrja - sum er kardinalsynd nummar 1, hvat fólkaræði um ræður.




Afturfyri, sum tøkk, mistu vit okkara frælsi, alt meðan tey ráðandi hava stríðst fyri at skerja súrt vunnin rættindi. Enn tann dag í dag, har 0 smitta er.
At soleiðis goyma eitt heilt samfelag undir lás og slá bjargar kanska onkrum lívi, her og nú - væl at merkja!, men onnur lív vera fyri hóttum, og tað í ovurmát.




Mantrain var, at eingin skal doyggja av Korona, um tað so kostar okkum lívið. Well, tað gjørdi tað, og tað fer tað.
Men Korona kostaði okkum ikki bert lívið, tí hon syrgdi fyri eini røð av heilsuvandum. Nakrir ikki so ógvusligir, nakrir forbannað ógvusligir. Nakrir sálarligir, nakrir kropsligir.
Vit burdu vitað av hesum, men ongin kundi lurta, tí ongin fekk seg at spyrja.Tordi ella maktaði at spyrja.




Tað viktiga var jú, at ongin, ongin!, og hvørtfall ongin føroyingur, skuldi lata lív av hini almáttugu Koronu... um tað so fór at filla okkara búskap og lívsgrundarlag, gera seg inn á okkara ungu og oyðileggja okkara børn.