Mín meining um alfabetið


Talumál og skriftmál eru ein viðbrekin symbiosa



Øll munnu vita, at talumálið kom áðrenn skriftmálið, og at talumálið burturav er týdningarmesta amboðið hjá hvørjum einstøkum av okkum at samskifta við. Vit vita eisini, at skriftmálið hevur ómetaliga stóran týdning. Tað er sjálvt grundarlagið undir okkara framkomnu civilisatión. Í Føroyum skulu vit hava eitt livandi talumál og eitt sterkt skriftmál, sum dynamiskt og kreativt lagar seg til talumálið. Livandi talumál, so at øll, sum tosa føroyskt, skulu føla seg væl uttan mun til, um tey málbera seg á “røttum føroyskum” ella við ramastu valaradialekt, og sterkt skriftmál, tí at skriftmálið allatíðina skal lofta og rúma talumálinum og seta tað í neyðugar rammur.




Alfabetið er eitt praktiskt amboð



Alfabetið ella stavraðið er ein listi við øllum teimum bókstavunum, sum eru neyðugir fyri at skriva føroyskt og øll hini málini, sum vit dagliga eru í kontakt við.



Hyggja vit at alfabetunum í Europa, síggja vit, at øll okkara grannalond nýta tað latínska alfabetið – tað er stórt sæð allir bókstavirnir á knappaborðinum í øllum teldum og fartelefonum. Einasta undantakið er Ísland, har c,q,w og z eru strikað (tó ikki á knappaborðunum!).




C,Q,W,X,Z í gerandisdegnum



Eg havi í mínum arbeiði sum lærari í matematikk, kemi og biokemi og sum orkuráðgevi dagliga brúk fyri øllum alfabetinum. Hvussu skulu vit samskifta uttan t.d. cm (centimetrar), x-ás, cos (cosinus), oC (gradir Celsius), Zn (Zink), C (Carbon), x-kromosom, C-vitamin og kW(kiloWatt)? Q er kanska tann minst nýtti av hesum bókstavunum. Men í fremmandamálum, sum vit læra, er hann meira vanligur, og q er við í latínska alfabetinum, ið sum nevnt øll tey europeisku londini nýta. Tað eru nóg góðar grundir til, at q eins og c,w,x og z skulu vera í føroyska alfabetinum.




Málráð á skeivari kós



Í Føroyum vil eitt málráð strika c,q,w,z og so meira víðgangandi enn Ísland haraftrat x. Grundgevingarnar virka ikki serliga sannførandi. Tað allarminst sannførandi er, at tað skal vera “loyvt” at brúka hesar stavirnar, teir skulu bara ikki vera í alfabetinum??



Mær tykir, at støðutakanin meira er ideologisk enn málfrøðilig. Men ein støðutakan, sum hevur so blandaða undirtøku, sum hendan, er ikki heppin fyri vælmeinta tjóðarbygging. Eisini er fryktandi fyri, at skerda alfabetið verður brúkt sum grundgeving fyri at hava serføroysk nøvn og stavimátar í nýggja føroyska skúlaatlasinum. Nøvn, sum víkja ørkymlandi nógv frá internationalari navnageving.




Alfabetið og málið skulu vera inkluderandi



Tað er heilt avgerandi, at vit øll føla okkum heima bæði í tí talaða og í tí skrivaða málinum. Alfabetið og málið skulu ikki vera ekskluderandi – tey skulu ikki útihýsa bókstavum, orðum og nøvnum, heldur skulu tey vera inkluderandi – fevnandi.



Føroyska alfabetið skal vera kompatibult við onnur alfabet, stavimátarnir skulu vera rúmligir, úrvalið av orðum – føroyskum, gomlum føroyskum, fremmandorðum og nýorðum skal vera so stórt, sum tað er brúk fyri.



Og brúk er fyri, at her er høgt til loft og vítt til veggja, eisini í málsligum spurningum.




Tórshavn 15. februar 2014



Kári M. Mortensen