Mentan - men eisini so mangt annað !
Flest fólk seta
meg í samband við mentan, og einki løgið er í tí. Eg havi alt mítt lív fingist
við mentan, eg eri tónleikaútbúgvin og starvist innan mentanarøkið.
Tó so, mentan er
so nógv ymiskt - er alt grundarlagið undir samfelagnum, og tí er mentan eisini eitt
sera breitt hugtak og fevnir um nógv fleiri samfelagsviðurskifti, enn vit
vanliga geva okkum far um.
Tað er eisini soleiðis,
at miðskeiðis í lívinum hevur tú ognað tær ein breiðan hóp av førleikum innan
so ymisk øki, og allir førleikar eru eins virðismiklir at hava í skjáttuni.
Ein stórur partur
av mær er tí eisini at arbeiða fyri at:
- virka fyri bestu umstøðum hjá vinnuni. Tey sum skipa vinnu,
bróta mangan upp úr nýggjum og gera, at høvuðsstaðurin er virkin og hevur
tænastur at bjóða. Matstovur,
handlar og veitingarstøð eru viðvirkandi til ein virknan bý, har fólk búgva,
arbeiða og eru í frítíðini. Sjálvandi skulu virkisfýsnir borgarar, sum skapa
okkara vinnulív, altíð kenna kommununa sum ein viðspælara, tá talan er um at
skapa karmar fyri vinnulívið. - styrkja umstøður til bíligar bústaðir, hóskandi
arbeiðstilboð, tíðarhóskandi ansingartilboð og góðar umstøður til eldri. - virka fyri at menna miðbýin eins og at menna bygdirnar í kommununi. Arbeiða
miðvíst við heildarætlanum fyri miðbý - og bygdirnar, har atlit eisini verður
tikið at ferðsluni. - geva rúm fyri nýhugsaðum átøkum innan øll øki. Verða opin fyri og duga at
lofta tí, sum stingur seg upp her á landi, og tí sum kemur uttaneftir og tillaga
hettar til føroysk viðurskifti. - tryggja rættindi hjá øllum borgarum. Skipa ein rúmligan høvuðsstað og vísa
á, at margfeldi - er ein styrki. Havnin má rúma okkum øllum, soleiðis at tað
kennist at pláss er fyri ymiskleikanum og fyri at vera saman hóast ymisk.
Hettar eru grundleggjandi virðir, sum okkara høvuðsstaður má byggja á. Hetta
fer at gera okkara lítla høvuðsstað áhugaverdan hjá okkum, sum her búgva og áhugaverdan
hjá okkara ungu, sum eru uttanlands í lestrarørindum, eins og hjá ferðafólki at
koma til. - virka fyri góðum samskifti við borgaran, tryggja opinleika og gjøgnumskygni
og umsita álit borgarans við skynsemi - arbeiða miðvíst fyri góðum og
vælskipaðum loysnum – loysnum ið halda !