Mál sum eg vil arbeiða fyri - Vinnan

Vinnumøguleikar til tey virkisfúsu


Havnin skal hava ein livandi miðbý, har smásøla og smáídnaður skulu vera partar av býarmyndini. 


Tað skal loysa seg at arbeiða.


Vit í Fólkaflokkinum vilja virka fyri, at øll smásøla og smáídnaður skulu kunna gerast vinnuvegir, sum loysa seg fíggjarliga.


Torg í Vágsbotni

Tórshavnar kommuna hevur gjørt stórar íløgur í søluøkið við bryggjuna í Vágsbotni. 


Karmarnir eru í lagi, men sølan hevur verið nógv tarnað av forðandi reglugerðum. 


Eg fari at arbeiða fyri, at tey sum hava árræði at stovna smásølu av matvørum, skulu sleppa framat og vita, at slíkt ber til. 


Torgið í Vágsbotni skal mennast til at vera eitt alternativ til keyp av føroyskt framleiddum matvørum.



Sunniva Bjarnastein, kommunuvalevni fyri Fólkaflokkin