Makrelurin nærkast – heimaflotin má fáa sín sjálvsagda part!

Ein semja um býtið av makrelinum er nær.
Makrelfiskiskapurin nærkast. Í ár má býtið skipast soleiðis at allur
heimaflotin fær ein part av hesum vælsignaða ríkidømi sum er komið í okkara
sjógv í størri mongdum enn nakrantíð.



Tað er ómetaliga hugaligt at síggja hvussu
Pelagiska tilfeingið nørist í Føroyskum havøki. Hetta hevur havt alstóran
týdning fyri alt okkara samfelag. Nótaflotin hevur ikki havt so góðar dagar
nakrantíð. Ein nýggj spennandi tíð er byrja í Suðuroynni, eftir at  Varðin Pelagic byrjaði sítt virki á Tvøroyri.
Kollafjørð Pelagic hevur sanniliga skapt nógv arbeiði til mong og nú kemur nýtt
virkið í Fuglafirði, Pelagos,  sum kemur
at útvega eini 80 nýggj arbeiðspláss. Soleiðis kundi ein hildið á við mongum
góðum søgum um uppgongdina í pelagisku vinnuni, men tíverri hevur illa sperdi
heimaflotin als ikki fingið ágóðan av hesum veldiga ríkidømi, vit hava sæð hesi
seinastu árini. Tað má broytast í ár.



Tað eru heilt serligar umstøður og tað eru
óvanliga stórar mongdir av markeli í Føroyskum sjóøøki, og tá kann man eisini
politiskt taka óvanligar avgerðir.



At nótaflotin, ídnaðarskip, flakatrolarar og
rækjuskip fáa sín part er sjálvsagt, men vit eiga at lata øllum heimaflotanum
ein part av makrelkvotuni, sum veruliga kann geva eitt íkast, nú tað í so mong
ár hevur verið so lítið at fingið undir Føroyum av botnfiski. Vit eiga lata upp
til heimaflotan at avgerða sjálvir, hvussu teir fáa makrelin til høldar. Best er
um heimaflotin framhaldandi fiskar botnfisk, til tess at halda virkseminum á
landi uppi.



Tað eru fleiri mátar at býta kvotuna ímillum
ymisku bólkarnar, men tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at fingið semju
um tað. Hetta skal so verða galdandi fyri eitt ár í senn, og bara so leingi vit
hava óvanlig viðurskifti.



Tá eg tosið um heimaflotan, so meini eg allan
heimaflotan. Trolarar, línuskip, garnaskip, útróðrabátar og fult riknar
útróðarbátar í bólki 5.



Tað verður tosað um at nýggjir aktørar mugu
sleppa framat fiskivinnuni. Tann møguleikin er hvønn dag, men treytin er at tú
hevur fígging. Men at tosað um at lova nýggjum aktørum framat makrelfiskiskapinum
er púra burturvið, áðrenn heimaflotin, sum í ártíggjir hevur verið við til at
hildi samfelagnum uppi, fær sín sjálvsagda part av markeltilfeinginum.



Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður