LOYSINGIN ER Í NÁND


Unga Tjóðveldið skipar í annaðkvøld, mikukvøldið 24. apríl kl 19:30 fyri tiltaki í Reinsarínum.





Føroyingar hava ongantíð áður veri nærri loysingini enn nú.



Í eina øld hevur loysingarvongurin bart fyri teimum frælsu Føroyum.



Tað er hetta stríð, ið hvønn dag skapar tær Føroyar, ið eru merktar av ríkidømi og vælferð.



Hvørt framstig verður fyrst møtt við háðandi látri, síðani eljustríðið og at enda halda øll framstigið vera eina sjálvfylgju.



Sjálvfylgja at vit hava egið mál, Merkið, vinnulív, kringvarp, havnir, tunnlar, vegir, skúlar, kirkju, landslið og soleiðis heldur listin áfram út í tað endaleysa.




Útlendskar peningavøldir eiga ongan rætt í Føroyum. Tær fíggja onki í Føroyum. Danskir pengar telja bert 3 kr av hvørjum 100 kr seðli. Fyrr var umvent. Vónin um frælsi hevur tískil givið okkum meiri enn allur blokkur saman lagdur. Virðini í Føroyum spretta burtur úr føroyingum sjálvum.



Ímynda tær hvat Føroyar kunnu verða tá vit, ið her búgva sjálvi taka við allari ábyrgdini av landið okkara?

Vit eru kom longri enn nakrantíð áður og vit vilja longri.





Skráin í tilvildarligari raðfylgju:



Kristina Háfoss



Leivur Persson



Magni Arge



Hervør Pálsdóttir



Fróði Bjarnason spælir nøkur løg.