Longu bíðilistarnir verða skjótt søga

Meiken og Dánjal hava fingið
íbúð. Hetta er ein sólskinssøga, men tey hava bíðað leingi. Meiken hevur bíðað í
9 ár og Dánjal í 5 ár, áðrenn dreymurin gekk út, og alt ov nógv fólk bíða enn.
Vit hava øll rætt til ein bústað, og hóast tað er sunt at droyma, eigur tað
ikki bert at vera ein dreymur at fáa sína egnu íbúð. Tí er tað gott, at samgongan
hevur gjørt fleiri átøk á hesum økinum, soleiðis at hetta við at bíða í 5-10 ár
eftir bústaði skjótt verður søga.





















Í nógv ár hava bústaðarviðurskiftini hjá borgarum, sum bera brek,
verið óvirðilig og sera ymisk, alt eftir hvar í landinum tú býrt. Breksáttmálin
ásetir, at øll hava rætt til bústað og rætt til at
velja hvar og saman við hvørjum, tú vilt búgva. Hetta hevur tíverri bert verið
føgur orð og ein fjarur dreymur fyri tey, ið bera brek.



 



Samgongan
setti sær tí alt fyri eitt fyri at bøta um bústaðarviðurskiftini og at arbeiða
fyri at minka um bíðilistarnar. 200 milliónir krónur eru settar av til
endamálið, góða samstarvið við Bústaðir er styrkt, og ásetingin um at
Almannaverkið fær fimtu hvørja íbúð er nú lógarfest í leigulógini.



Málið er at fáa ein fjøltáttaðan og inkluderandi bústaðarmarknað
har eisini borgarar, sum bera brek, fáa ein bústað, sum er hóskandi í mun til tann
tørv, viðkomandi hevur.



 



Bíðilistin er í løtuni umleið 100 fólk (15 av hesum hava bústað,
men ynskja at flyta til annan bústað t.d til Havnar ella aðrastaðni í
landinum). Við ásetingini um fimtu hvørja íbúð frá Bústøðum og við samtyktu
byggiætlanunum ber til bæði at minka bíðilistan munandi og stytta bíðitíðina
eftir bústaði, so at hetta við at bíða í 5 og 10 ár tíbetur skjótt verður søga.



 



Tvey sambýli til fólk við menningartarni verða bjóðað út í
næstum. Eitt bú- og umlættingarheim fyri børn og ung við autismu verður eisini
boðið út ein av komandi døgunum. Ætlanin er at byggja eitt sambýli aftrat,
umframt at arbeitt verður við bústaðarloysnum til seinheilaskadd. Bústaðir hava
ætlanir um at byggja 300 íbúðir komandi árini, og tí meti eg avgjørt at til ber
at røkka málinum.



Mett verður, at komandi 10 árini fer tørvurin at økjast,
soleiðis at góð 100 fólk leggjast aftrat verandi bíðilista, sum hava tørv á
hóskandi bústaði. Hetta eru vit byrjað at leggja upp fyri, tí í fíggjarkørmunum
fyri 2023 eru avsettar 35 milliónir, og tørvur verður á at seta líknandi
upphædd av í nøkur ár fram.



 



Tað tekur tíð at loysa eina so stóra avbjóðing, men nú eru
lunnar lagdir, og verkætlanir settar á skrá, so vit fáa eitt fjølbroytt útboð
av bústøðum, ein inkluderandi bústaðarmarknað og munandi styttri bíðilistar.
Tað eri eg ómetaliga fegin um.



 



Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum.