Løgtingið lurtaði hóast alt


Lógarbroytingin innan Heilsutrygd rakar ikki pensjónistar so hart, sum upprunaliga mett



Sum jólagávu til allar landsins pensjónistar samtykti løgtingið 10. december partvíst at lurtað eftir Landsfelag Pensjónista. Í staðin fyri at turka eina landskassasparing uppá tilsamans 11,5 mió kr. yvir á okkum galdandi frá 1. januar 2021, tí Heilsutrygd vantaði pening, er upphæddin komin niður á 3,5 mió. kr.



Bakkaláarin gjørdist ikki so meinur, sum tað kundi havt endað við, um politikkarar okkara ikki høvdu lurtað eftir okkum.



Prosentvísa mánaðarliga heilsutrygdargjaldið verður hækkað úr 0,60% til 0,70%, á nýggjárinum. Tað kemur at kosta 3,5 mió. kr.



Higartil galdandi tilskotsstigin verður ikki broyttur soleiðis, sum upprunaliga uppskotið annars ljóðaði at galda frá 1. januar 2021.



Hevði eisini tilskotsstigin verið hækkaður, hevði samlaða upphæddin ljóðað uppá 11,5 mió. kr.



Tað gleðiliga í øllum hesum er, at løgtingið hevur lurtað eftir ynskinum hjá Landsfelag Pensjónista, um ikki at røra við tilskotsstigan hjá Heilsutrygd.



Á hoyringsfundi í Trivnaðarnevnd løgtingsins í heyst, gjørdi nevndin í Landsfelag Pensjónista politikarunum greitt, at vit hvørki tóku undir við broytingaruppskotinum um prosentvísa mánaðarliga heilsutrygdargjaldinum ella broytta tilskotsstiganum.



Landsfelag Pensjónista er gjørt varugt við, at hóast fíggjarlógin fyri 2021 enn ikki hevur verið til 3. viðgerð, er uppskotið um broyting av tilskotsstiganum slept.



Tað fegnast vit um og ynskja øllum landsins poltikkarum eini gleðilig jól.



14. des. 2020
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Landsfelag Pensjónista