Listarlig bannimentan? - Gott, Jenis!

Í ”Degi og viku” varð nógv gjørt burturúr, at Jenis landsstýrismaður ikki vildi stuðla einum filmi fíggjarliga, tí orðalagið í filminum var heldur ófantaligt.



Filmskøn taka als ikki undir við Jenisi, tí listarliga frælsið skal ikki skerjast. Danskur filmskønur helt avgerðina vera burturvið.



Í sending í almenna útvarpinum vóru løgnar flenniviðmerkingar um avgerðina. Og so býráðið!?



Sjálvandi skulu ungir spírar stuðlast, men tað má kunna bera til ”at gera list” við einum heldur hampiligari orðavali, sum er meir hóskandi fyri børn (og vaksin).



E.S.: KORONA ER IKKI VÆLSIGNAÐ!



Havi ofta hoyrt hesi orðini: ”So kom handan vælsignaða koronan”. Sjálvt um hatta kemur undir gamalt orðalag, so áttu vit heldur at brúkt okkurt ógvisligari (neiligari) orð um krúnukrímið.




Við illbønaleysari jólakvøðu
Eyðun á Borg