Havnin hevur fostrað nógv dugnalig listafólk. Uttan hesi høvdu vit heilt
víst verið fátækari. Hugsið tykkum ein høvustað uttan Listaskálan,
Sjónleikarahúsið, Norðurlandahúsið, Tjóðpallin, Bókasøvnini, Musikkskúlan,
Smiðjuna í Lítluvík og nógv onnur støð, sum ríka okkum við list á hvørjum
einasta degi.
- Nei, tað er óhugsandi.........
Listafólk eru skapandi fólk – skapandi fólk eru framskygd og hava kreativar
ætlanir, sum eru førar fyri at menna Havnina á ein hátt, sum vit í dag kanska
ikki síggja fyri okkum.
Eg vil arbeiða fyri:
At byggja nýggjan musikkskúla
At gera Reinsaríið til
spælistað burturav
At leggja lunnar undir
Listaskúla
At arbeiða fyri betri umstøðum
at framføra uttandura
At Havnin fær búdeplar til
listafólk
At útvega høli til
listaverkstað
At stimbra listarligari læru í
skúlunum
At bjóða kreativ tilboð til
børn og ung
Ein íløga í listina er ein íløga í framtíðina, og tí er avgerandi fyri
menningina av høvuðstaðnum, at vit gera íløgur, sum menna okkara listaumhvørvið.
Havnin eigur í nógv størri mun at taka listafólk við uppá ráð, tá listaøkið
skal útbyggjast, tí tað eru listafólk sum eru serkøn innan listaøkið!
Andrea Heindriksdóttir
Listi E