Limirnir stuðla nevndini í samráðingarkrøvum


Yvir 50 limir úr øllum landinum møttu á limafundinum hjá Heilsurøktarafelagnum hósdagin, har kunnað varð um gongdina í sáttmálasamráðingunum seinasta hálva árið. Á fundinum varð greitt frá, hvat tað er, sum í høvuðsheitum skilir partarnar. Fleiri nýttu høvi at seta spurningar og siga sína hugsan um støðuna.



Nevndin fegnast um, at limirnir fylkjast um felagið og stuðla í stríðnum um betri lønar- og arbeiðsumstøður, øllum limunum at frama.



Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava síðani sagt nevndini í Heilsurøktarafelagnum frá, at tey fara at hava eitt uppskot um semju klárt at leggja fyri felagið fyrst í vikuni. Okkara inniliga vón er, at talan verður um eitt líkinda uppskot, sum tryggjar limum okkara veruligar batar í sáttmála- og lønarviðurskiftum okkara.



Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum