LGBT: Áheitan til føroyska veljaran

Vit samkyndu hava leingi vist, at løgtingsvalið 2015 fór at vera eitt lagnuval fyri okkum. Men eingin hevði væntað, at hetta løgtingsval samstundis skuldi gerast eitt lagnuval fyri allar Føroyar og allar føroyingar.

Ein dagførd hjúnabandslóg, sum veitir full javnrættindi til samkynd, hevur sjálvsagt avgerandi týdning fyri okkara limir. Men vit høvdu aldri droymt um, at tað eisini fór at fáa ein so stóra týdning fyri hinskynd í Føroyum, og at tað fór at fylla so nógv í valstríðnum, sum tað hevur gjørt.




Høvuðsorsøkin til, at hjúnabandslógin er vorðin mest umtalaða evnið í valstríðnum, er møguliga tí, at hon ímyndar nakað nógv størri, enn bara LGBT Føroyar og okkara vantandi rættindi. Hon er vorðin ein ímynd av uppgerðini við tað gamla, konservativa, snævurskygda og patriarkalska samfelagið, sum í alt ov stóran mun hevur hildið Føroya fólk sum gíslar.




Í okkara eygum skuldi hjúnabandslógin bara verið eitt lítið avgreiðslumál, og at vit sum samfelag heldur áttu at brúkt okkara orku til at basa fátækadømi í Føroyum, at skapa meira grøna orku, ella at fáa eina skilagóða fiski-, heilsu- og pensjónsnýskipan. Men hetta hevur ikki víst seg at vera so.

Tí metur LGBT Føroyar, at tíðin er búgvin, at Føroyar ganga okkara einfalda ynski um javnrættindi á møti, so vit sum tjóð kunnu koma víðari í menningini av okkara kæra móðurlandi - saman.

Síðstu tíðina tykist tíbetur eisini, sum um tann stilli meirilutin av føroyingum er við at reisa seg. Fleiri og fleiri tora at siga, at nú er nóg mikið. Her til og ikki longur. Tíðin er farin frá, at ein partur av samfelagnum skal ráða yvir privatlívinum og inn um songjarkantinum hjá hinum partinum.




Hetta málið snýr seg ikki um hvør er meira trúgvandi, ella meira kristin enn onnur.




Hetta málið er sera einfalt!

Vilt tú loyva samkyndum føroyingum at gifta seg borgarliga?

Vilt tú loyva okkara limum at fáa eitt borgarligt løgfrøðiligt skjal, sum hjúnabandslógin er, ið gevur tveimum vaksnum menniskjum, ið elska hvørt annað, somu rættindi og skyldur, ið hjúnabandið veitir øðrum hinskyndum borgarum í Føroyum?




Ein dagførd hjúnabandslóg er eitt tekin um, at føroyingar ynskja eitt øðrvísi samfelag, enn tað, sum undanfarin løgting hava megnað at skapt og sett út í kortið.

Meirilutin ynskir eitt rúmligari og meira fevnandi samfelag, ið veruliga – ja, veruliga – veitir innivist, umsorgan og grundleggjandi borgarlig rættindi til allar borgarar - óansæð eyðkenni ella frávik.




Tað eru hesar rúmligu Føroyar, ið okkara dýrabaru útisetar ynskja at flyta heima aftur til. Hetta var sjón fyri søgn í síðstu viku, tá heili 97,3% av útisetunum á valfundinum hjá MFS í Føroyahúsinum, søgdu ja til spurningin um at loyva samkyndum at giftast borgarliga (442 lesandi útisetar luttóku í kanningini).




LGBT Føroyar hevur altíð sagt, at vit fult og heilt virða rættin hjá kirkju og samkomum, sjálvi at gera av, hvønn tey ynskja at vælsigna. Alt annað uppáhald er ein beinleiðis lygn.




LGBT Føroyar vil til eina og hvørja tíð berjast fyri trúarfrælsi og talifrælsi her á landi. Hetta er ein grundleggjandi partur av einum sunnum og vælvirkandi fólkaræði. Tó fara vit aldri at góðtaka, at ein minnilutur sleppur at nokta einum øðrum minniluta borgarlig javnrættindi og sjálvsøgd mannarættindi. Tað vóna vit heldur ikki, at meirilutin av føroyska veljarum fer at gera í morgin, týsdagin 1. september í 2015.




Tí vil LGBT Føroyar inniliga heita á føroyska veljaran, sum tekur undir við einum rúmligari, rættvísari og meira tíðarhóskandi Føroyum, at velja eitt av valevnunum, sum klárt og týðiliga hava lovað at javnseta samkynd og hinskynd í føroysku hjúnabandslógini.

 
   
FAKTA UM SAMKYND OG LGBT FØROYAR:









FAKTA UM HJÚNABANDSLÓGINA:








Gott val!

- Nevndin í LGBT Føroyum