Lat ALS vera ALS

Arbeiðsloysisskipanin hevur verið mangari kvinnu og mongum manni góð gjøgnum ár og dag.



Og nú koronasmittan gjørdi um seg, vóru tað eisini nógvir politikarar, sum vóru glaðir fyri, at pengar vóru í ALS grunninum. ALS er trygdarnetið, sum skal lofta okkum, tá vit gerast arbeiðsleys, og tí haldi eg, at samgongan skal ansa væl eftir ikki at fara í ALS grunnin fyri at sminka fíggjarlógina.




Men tá tað er sagt, so vóni eg, at tað ber til at gera eina semju millum politisku skipanina og stýrið í ALS, um at ALS umsitur skipanina, og at landið endurrindar ALS tað, sum tað kostar.




Tað eru ikki øll arbeiðspláss, sum eru komnar ordiliga í gongd aftur aftaná korona, og skulu hesar ikki verða noyddar at siga fólki úr starvi, so er neyðugt við hjálp í eina tíð afturat.




Eitt arbeiði er livibreyðið hjá flestu familjum í landinum. Men eitt arbeiði er ofta meira enn bara eitt arbeiði. Tað rakar ikki bara inntøkuna hjá fólki, verða tey uppsøgd. Tað kann eisini í stóran mun rakað sjálvsálitið og samleikan. Summi hava verið í nógv ár á sama arbeiðsplássi og trívast væl, og tá rakar tað sera meint at noyðast frá og skula finna sær okkurt nýtt. Eisini er vandi fyri, at nógv servitan, sum fólk hava ognað sær kanska ígjøgnum eitt heilt lív á einum arbeiðsplássi, kann fara fyri skeytið.




Harafturat eru tað framvegis yvir 1700 fólk í koronaskipanini, og tí er tað heldur ikki serliga sannlíkt at hesi øll finna annað starv beinanvegin. Vandi er sostatt fyri, at vit senda fólk út í langtíðararbeiðsloysi.




Vit vita, at talan er um eina fyribilsstøðu. Og vit kunnu hjálpa.




Umaftur og umaftur hava vit í Javnaðarflokkinum víst á, at tað ikki er nú, at tað skal haldast aftur. Undanfarna samgonga setti eina rúgvu til síðis til verri tíðir – og tær tíðirnar hava víst seg nú. Arbeiðspláss og fólk hava havt tørv á hjálparpakkum, men landsstýrið hevur arbeitt alt ov seint, og hjálpin í pakkunum er alt ov lítil.




Kom nú landsstýrið. Lat ALS vera ALS, og rindið nú tað, sum tað kostar.




Ingilín Didriksen Strøm,
Javnaðarflokkurin