Landsverk og kommunan muga tosa væl saman

                                                                                                       Kollafjørður 10 sept. 2020

Kollafjørður hevur landsveg ígjøgnum økið frá
einum enda í hin.
Hetta skapar nógva ferðslu við høgari fer.



Vegarbeiði
á landsvegnum fór í gongd í 1960 árunum. Í dag góð 60 aftaná hava royndir givið
okkum størri vitan um slíka verkætlanir, t.d. høvdu fleiri tunnlar verði
gjørdir fyri fleiri av teimum vegnum ið ganga um fjøll og í brattlendið. Tað
hevði bjarga fleiri náttúruperlum ið landsvegurin hevur oyðilagt. Vandið er við
hvørjari valferð. Men vit skula ikki tosa um tunnlar – men um viðurskiftir
landsverk umsitur á landsvegnum.



Trygdarramman á landsvegnum er hugtak, sum merkir økið frá miðlinjuni á
vegnum og so langt sum teir so áseta eina frástøðu langa. Hendan áseting er so
ein frástøða sum skal haldast frí, at onki skal byggjast ella á ein ella annan
hátt staðssetast innan hesa frástøðu.



Hetta kann als ikki livast upp til. Tí tá ið vegur í sínari tíð er lagdur
ígjøgnum lendið, hevur man ikki havt hesar viðurskiftir við í arbeiðinum.
Vegurin gongur ígjøgnum tún, neystaøkið, urtaðgarðar og beint uttanfyri køkin
hjá fólkið. Tì ber ikki til at seta eina heildar lóg fyri øll økir á
landsvegnum. Eg veit at man í summum føri hevur fingið undantakstøðu, men tað
er næstan ein vónleyst uppgáva at fara í hálvt við Landsverk. Frá økinum yvir
Pelagic og heilt norður í Sund er ongin undantaksstøða.



Vinnuvirksemið í bygdini er nógv tærnað, neystaøkini úti á Miðgerði og
Kjalnesi er lammsligið og so er stórur partur av vetrarfriðingini í Kollafirði
hótt at fáa avgreidda, alt av hesi somu orsøk.



Eg vóni at kommunan kann fara vónrík undir samráðingar við Landsverk um
landsvegin ið gongur ígjøgnum bygdina, tí tað er harðliga tiltrongt at fáa
hetta økið loyst. Eg veit at trygdin á landsvegnum fyllir og tað er væl
skiljandi, tað skal tað eisini gera. Tað er hægri hámarksferðin á landsvegnum
sum setir størri treyt til trygdina enn vegur í bygdnum økið. Hin ella
handanvegin má ein loysn finnast á hesum á landsvegnum, soleiðis at virksemið
kann halda ótarnað fram.



Við inn og útkoyringarnar til bygdin er beinleiðis ein vanlukkuhóttandi.
At tað ikki eru fleiri av ringastu ferðsluvanlukkunum er meira hepnið enn
vitan. Eg búgvi við tað við størst ferðslu. Eg veit at Landsverk arbeiddi við
hesum longu í 1980 árunum. Her má ein felagsloysn fáast í lag ongantíð ov
skjótt.

Tað er samskiftið millum kommununa og landsverk ið eg vil hava betri. Hetta
vildi loyst fleiri knútar í einum. Tí mín stóra vón at fáa loyst.



 



Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað



Fylg mær á míni valsíðu á facebook – les greinar – sí myndir og LIVE
innsløg – set spurningar



Síðan eitur
Bergur Robert Dam Jensen í Tórshavnar Býráð 10 nov. 2020