Kringvarpið sum politiskur aktørur

Javnaðarflokkurin
skal ikki vinna næsta val uppá fortíðina hjá Jørgen Niclasen



 



Sjúrður Skaale



 



19. desember 2013 
Portalurin byrjar eina greinarøð - eitt
tema - um tað 20-25 ára gamla tollmálið hjá Jørgen Niclasen. Greinarøðin fær
sítt egna navn - nærum eitt "logo" - við tekstinum "Snýtti við
tolli".



Kringvarpið tekur straks málið upp, nýtir nógva tíð og orku
uppá tað, og er rættiliga ágangandi.



 



17. januar 2014 


Eftir áhaldandi skriving á portalinum og innsløg í Kringvarpinum, heldur
Jørgen Niclasen tíðindafund um tollmálið í Miðlahúsinum.



Nógv fólk er møtt upp - m.a. er Kringvarpið sera væl mannað.



Kringvarpið tekur upp og filmar allan fundin - men sendir
hann ikki.



Í tíðindasendingini klokkan seks, er Brynhild Thomsen,
journalistur í Kringvarpinum, gestur í útvarpsstovuni, har hon er sera kritisk
móti tí, sum hendi á tíðindafundinum.



Í Degi og Viku ein tíma seinni er Sveinur Tróndarson,
journalistur á Portalinum, gestur í sjónvarpsstovuni, har hann greiðir frá hví
og hvussu hann avdúkaði málið um Jørgensa tollsvik.



Síðani hevur Kringvarpið sent nøkur brot frá Jørgensa fundi
- men bara tá tey hava skulað víst nær hann segði ósatt.



 



26. mai 2014 


Mánakvøldið kemur ein sera long sending óvæntað á skránna. Talan er í høvuðsheitum
um eitt samankók av innsløgunum um Tollmálið, umframt onkur nýggj upplýsing.



Men Kringvarpið hevur eisini funnið fram upptøkur av Jørgen
Niclasen, har hann ikki er í leiklutinum sum politikari. Vit fáa m.a. at
vita,at manninum dámar at gera seg upp, tá tey vísa hann siga eina vittigheit.



Sendingin avdúkar, at bæði Jógvan Sundstein og Anfinn
Kallsberg hava roynt at hjálpt Jørgen við tollmálinum - og tað tykist vera
grundin til, at Kringvarpið vísir Harkaliðið syngja "einans eg átti rætta
babba".



Móti endanum av sendingini hoyra vit Jørgen syngja ein
fittan sang, sum hann hevur spælt sær við í frítíðini - samstundis sum vit
síggja journalistar ganga runt í tinginum við einum skjali sum vísir, at hann
hevur sagt ósatt. Endamálið er ikki at fara skeivur av:



Tað er ikki bara politikarin Jørgen, sum skal avdúkast.
Persónurin Jørgen skal eisini pilkast niður. 



 



27. mai 2014 


Dagin eftir ringir Kringvarpið til eina rúgvu av politikarum, og biður um
viðmerkingar til sína egnu sending.



Helgi Abrahamsen ger greitt, at hann illa kann liva við, at
Jørgen bæði tykist hava snýtt og síðani sagt ósatt. Eg kann ikki halda fram at
dálka mínar fingrar av at vaska øðrum, sigur hann. Orðini verða endurgivin
allastaðni - og fara helst at standa sum ein lærusetningur um tað ævigu
tvístøðuna millum persónliga samvitsku og politiskan loyalitet.



At ein so hóvligur og sakligur maður sum Helgi sigur hetta
er næstan ein sensatión, tí hann verður roknaður sum loyaliteturin sjálvur í
politiskum samstarvi.



Men flestu føroyingar skilja hann væl. Og onnur sambandsfólk
geva til kennar, at tey hugsa tað sama.



 



28. mai 2014 


Dagin eftir boðar løgmaður úr Íslandi kortini frá, at hann hevur fult álit
á Jørgeni Niclasen.



Kaj Leo koyrdi Kára P. Højgaard frá orsaka av
"rumbli". Nú torir hann ikki so mikið sum at siga eitt einasta
kritiskt orð við ella um Jørgen, hóast hann skapar nógv størri rumbul.



Tað verður enn einaferð greitt fyri fólki, at Kaj Leo einki
veruligt vald hevur í Tinganesi.



Maðurin, sum eftir øllum at døma fyrst hevur gjørt nakað
ólógligt, síðani hevur roynt at fjala tað og til seinast hevur sagt ósatt um
tað, hevur alt valdið í Tinganesi.



Neyvan ein einasti sambandsmaður á tingi er í iva um, at
Jørgen má fara frá - men Kaj Leo torir einki at gera.



So sjálvandi kemur misálitið. Andstøðan hevur jú alt at
vinna. Og andstøðan veit, at Sambandsflokkurin undir øllum umstøðum tapir. Tí
stemmar Sambandið fyri, so misálitið verður samtykt, tekur Fólkaflokkurin
stólin undan Kaj Leo. So verður val. Og tað er ikki gott, sum
veljarakanningarnar síggja út.



Stemmar Sambandsflokkurin ímóti, mugu Helgi og kompaní eta
alt í seg, og aftur "dálka sínar fingrar av at vaska øðrum". Tað ber
ikki til. 



So tey býta seg í tvey. Taka frástøðu frá Jørgen - og bjarga
honum samstundis.



Men tey standa eftir sum taparar fyri tað.



 



29. mai 2014 


Sambandsflokkurin er skrædnaður. Næstformaðurin ger greitt, at tað er Jørgen
ella samgongan - og sera løgnar útmeldingar frá Kaj Leo vísa, at hann ikki
stýrir nøkrum sum helst. Eitt formansskifti liggur í luftini. 



 



Aftur til 26. mai 


Hví hendi alt hetta? Jú, tí ein sjónvarpssending hevði provokerað tað fram.



Og hyggja vit at "timingini" hjá Kringvarpinum, so
er hon rættiliga áhugaverd.



Kringvarpið plagar at seta størri sjálvstøðugar sendingar á
skrá hóskvøld. Men "Tollmálið" kom á skrá eitt mánakvøld. Og hon
kom ikki eftir vanligu skránna við Degi & Viku og 3-2. Tey, sum ætlaðu at
síggja ítrótt, máttu bíða í 70 minuttir til sendingin um "Tollmálið"
var liðug.



Hetta skuldi sendast mánakvøld - og tað skuldi sendast í
prime time.



Kann tað hugsast at hava samband við, at seinasti tingfundur
var mikudagin, og at effektin av sendingini tí hevði verið avmarkað, um hon
varð send hósdagin? 



 



Rotið breiðir seg 


Misskil meg ikki - eg haldi fjølmiðlarnar eiga allan heiður fyri at gravað
fram slíkt, sum her er grivið fram. Tað er teirra fremsta skylda - og hon er
væl røkt.



Her hevur jú verið talan um svik og ósannindi. Og at ein
journalistur ikki fekk innlit í málið tí hann hevði skrivað eitt navn skeivt í
síni umsókn vísir jú, at okkara skipan var pilkandi rotin. Umsitingin breyt
lógina fyri at verja ein politikara. Tað er sera, sera álvarsamt.



At journalistar síðani eru hóttir við fongsli, er eisini
ræðandi.



Kemur slíkt ikki fram - og fær tað ikki avleiðingar - breiðir
rotið seg sum maðkur í kjøti.



So grundleggjandi gjørdi pressan tað rætta.



Tann einasti sum kundi taka avleiðingar her og nú, var
sentrali persónurin: Jørgen Niclasen. Men hann helt seg ikki hava gjørt nakað
skeivt, og Fólkaflokkurin vardi seg við, at ákæra av ymsum orsøkum ikki bleiv
reist, tá málið varð meldað.



Men hann átti kortini at duga at skilt støðuna hjá
t.d.tinglimum Sambandsfloksins. Við at verja Jørgen máttu tey verja alt tað,
sum var farið fram. Hvussu kundu tey tað?



 



Sjálvandi skuldi Jørgen sjálvur tikið seg aftur.



 



Ábyrgd Kringvarpsins

Men samstundis sum kringvarpið hevur gjørt eitt gott arbeiði, er tað farið
ov langt.



Vit skulu minnast til, at dugnaligir journalistar, sum eru
úti um seg, kunnu fáa sera stórt vald. Størri vald enn flestu politikarar. Teir
seta dagsskránna, teir seta spurningarnar, teir vinkla "søgurnar", og
teir fáa altíð síðsta orðið.



Eins og politiskt vald, so skal hetta valdið brúkast við
ábyrgd.



Í hesum føri hava journalistarnir ikki dugað sær hógv.
Tíðindaflutningurin hevur mint ov nógv um eina kampanju.



Og er tað so at ein sending verður sett á skrá alt eftir nær
tingfundur er, so er sjálvsfatan Kringvarpsins skeiklað.



Journalistar skulu hava eftirlit. Teir skulu ikki
verapolitiskir aktørar.



 



Politikkur á dagsskrá

Tað verður ikki friður av hesum málinum, søgdu sambandsmenn mikudagin. Rætt
hava teir helst í tí.



Men skal Javnaðarflokkurin vinna næsta val, skal tað hvørki
vera uppá tollmálið ella nakað annað úr fortíðini.



Jørgen og Kaj Leo føra ein katastrofalan politikk. Vit flyta
okkum við risafetum frá einum samhaldsføstum samfelag eftir norðurlendskari
fyrimynd, til eitt ósolidariskt samfelag, har hvør er sær sjálvum næstur.



"Tað skal loysa seg at arbeiða", ljóðaði
boðskapurin. Men motivatiónin er ikki tann sama fyri øll:



Tey á ovastu rókum blivu eggjað til at arbeiða við eini
gularót: Arbeiðir tú tað sama sum tú hevur gjørt, fært tú upp í 4-6000 kr. meir
í løn.



Tey á niðastu rókum blivu eggjað til at arbeiða við einum
píski: Skal tú hava somu inntøku sum tú hevur havt, mást tú arbeiða meir!



Hetta má rættast. Og tað er tað, Javnaðarflokkurin skal
vinna valið uppá.



Misálitið er farið. Eitt val nærkast, og veljarin kann taka
støðu til málið.



Nú skal Javnaðarflokkurin fara víðari, og seta sína egnu,
politisku dagsskrá. Flokkurin skal ikki vinna valdið uppá fortíðina hjá einum
øðrum, men uppá egin boð um framtíðina.