Kollafjørður eitt Vagl

Kollafjørður er longsta bygd í Føroyum. Nógv tann longsta verður ofta tikið
til. Tað er langt frá einum enda í annan og tað er eisini langt frá miðjuni og
í allar endar. Vit mangla eitt stað har fólk okkara samlast uttandurað –
uttanmun um tað er til ítrott, skúla ella arbeiði.



Eg havi ofta
hugsa um hvussu vit kundu fingið eina loysn, sum ikki krevur risa stóran
fíggingartørv, tí tað er tað sama sum at biða um onki. Skula vit fáa gleði av
slíkum so skal tað ikki verða langt millum
ætlan og úrslit.



Fundur
var í skótahúsinum mikukvøldið 9 sept. 2020, ið hevði til endamáls at fáa sett
eitt áhugfelag á stovn, at samlað trivnaðartiltøk í økinum rundan um
Kollafjørð. Fáa eitt stað, fyriskipan og upplýsing undir einum. Har komu nógv
góð hugskot upp at venda. Eitt sum var eitt fet víðari, snúði seg um júst
hetta. Okkum væntar eitt Vagl í Kollafirði vóru orðini ið blivi søgd. Ein sera
góð lýsing. Í hugskotinum var víst á góða umhvørvið í bátahylinum, og við
tiltøkum í húsinum hjá bátafelagnum byrjar eitt hugnaligt marinetimt økið at
forma seg. Halganasteinum veit næstan ogin um í dag. Søgan í stuttum er, at megnaði
tann dømdi at renna undan mynduleikanum og uppá steinin uttan at blíva
fangaður, fekk hann grið.
Økið rundan um har sum steinurin stendur, er eitt
upplagt stað til slíkt. Miðskeiðis í bygduni, tætt sjónáttúruni, gott útsýnið
og so osar økið í søguligum signalum. Um tú gerst so heppin at finna oman til
Halgastein so er bert urðagrót rundan um og er beinleiðis vandamikið. Hetta má
fram í ljósið.



Tað vildi verði ein vinn vinn støða, við tí arbeiði bátafelagið ger og
tað sum man ætlar at skapa. Eitt fínt pláss hjá t.d. monnum og kvinnum at
trilla barnavogn, heldur enn at ganga í hvør sínum endað endaði hugskotið við.



Vit klandrast um grót, við og ímóti hvørt um annað. Nýggjasta er at
kommunan selur grót eitt stað og keypir aðra staðnis. Kommunan manglar stórar
nøgdir av grótið. Her er størsti tørvurin at fáa grót til eina uppfylling og
síðan kann nógv henda.



Tað verður tosa um útbygging av bátahylinum vestureftir. Men hetta
hevði tænt so nógv øðrum endamálum enn bara einum bátahylið. Vit høvdu
knappliga havt fleiri møguleikar. Eitt torg at selja ymiskar ráðvørur kundi ein
hugsa sær í framtíðini.

Hetta eiga vit
at fáa uppraðfest – Eitt Vagl í Kollafirði !



 



Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað



Fylg mær á míni valsíðu á facebook – les greinar – sí myndir og LIVE
innsløg – set spurningar



Síðan
eitur Bergur Robert Dam Jensen í Tórshavnar Býráð 10 nov. 2020