KÍF kappróður við í nútíðina

Seint í 70, fyrst í 80
árunum, fekk KÍF útvegað sær kappróðrarneyst. Tá hevur hetta verðið mett at
verið frammalagað, tí framvegis í dag er hetta stórt neyst. Tíverri er ikki
eydnast felagnum at fáa hóskandi umstøður gjørdar, so at kappróðurin í
Kollafirði kann fylgja nútíðini.


Hvørki niðara ella ovara hæddin er innrættað, so
venjingarhøli, skiftirúm, brúsu- og wc viðurskifti vantað. Hetta eru økir, ið
eru berandi fyri felagsskapin. Felagið hevur samskift við kommuna fleiri
ferðir, men enn hevur ikki borið á mál. Millum annað hevur kommunan víst á, at
ongin heildarloysn fyri kloakviðurskiftir er í økinum. Felagið hevur víst á øll
húsini, ið standa omanfyri vegin, stóra arbeiðsøkið innanfyri á kaiøkinum og so
hevur kommunan sjálv eini hús sum næsti grannið.
Tá ið søkt hevur verði um stuðil, hevur kommunan enn ikki ynskt at
játtað.



Tað eru ikki bara kollfirðingar sum síggja økið sum eitt av bestu
róðrarplássum í landinum. Onnur feløg leita sær til Kollafjarðar at venja í
teirra bátum og hevur manningin umborð á Orminum Langa húsast fast her seinastu
trí árini. Hetta sigur nógv um hvussu stórur tørvur er á, at vit sjálvi fáa
umstøðurnar at rógva í, helst í gjár.



Mín vón skal verða, at vit innan stutta tíð aftur kunna kappast í
kappróðri millum tey bestu í Føroyum.

Sjálvandi skal kommunan gera sín part, tað skal ongin ivi í. Her má vend koma
í. Við mínum innliti í viðurskiftini, kann farast beint til verka við tí, sum
vantar frá kommunalari síðu.





Komi eg inn í býráði, fari eg at gera mína ávirkan galdandi!



 



Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað



Fylg mær á míni valsíðu á facebook – les greinar – sí myndir og LIVE
innsløg – set spurningar



Síðan eigur Bergur Robert Dam Jensen í Tórshavnar Býráð 10 nov. 2020