Javnaðarflokkurin leiðir fullveldissamgongu

Føroyar hava fingið eina
nýggja landsstýrissamgongu. - Eina 14. september samgongu.



Sambært samgonguskjalinum
skal ríkisveitingin minka, yvirtøkur skulu gerast, og fólkaatkvøða
skal vera um eina føroyska grundlóg. Eingin ivi kann vera um, at
kósin hjá nýggja landsstýrinum er ein fullveldiskós.



Men hetta samsvarar illa
við tað, sum Javnaðarflokkurin lovaði veljarunum fyri bara
tveimum vikum síðani. Tá skuldi flokkurin vera ein samríkisflokkur
eins og Sambandsflokkurin, men tann kósin er nú snarað á
fullveldisborðið saman við Tjóðveldi og Framsókn.



Fjald dagsskrá


Áhugavert er at síggja,
hvussu Javnaðarflokkurin í farna valskeiði hevur spælt eitt
dupultspæl, fyri at tekkjast teimum sambandssinnaðu veljarunum. Í
álitunum til fíggjarlóg fyri 2013 og 14 mæltu Aksel V.
Johannesen, Eyðgunn Samuelsen og Kristina Háfoss frá at hækka
ríkisveitingina, men í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2015
(valárið) vóru umboðini hjá Javnaðarflokkinum knappliga ikki
við í tí uppskotinum longur. Nú skuldi Javnaðarflokkurin vera
meira sambandskur, tí valið nærkaðist.



Og so er valið farið
afturum, og aftur stendur Javnaðarflokkurin saman við
loysingarflokkunum og vil minka ríkisveitingina. - Ikki bara
fastfrysta hana, men beinleiðis ”niðurlaga” sum tað eitur.



Snaraðu 180 gradir
eftir einum ári


Fyri góðum ári síðani
(2. mai 2014), var komandi løgmaður gestur í ”Vangamyndini”
hjá Sjónvarpinum. Har segði hann millum annað, at
Javnaðarflokkurin var ein samríkisflokkur, at tað ikki var
fíggjarliga forsvarligt at gera yvirtøkur í løtuni, og at
fullveldi var als ikki á dagsskrá.



Alt hetta er nú gloymt.
Veljarin sum fyri tveimum vikum síðani helt seg velja ein
samríkisflokk, fekk av beinleiðis sendum tíðindafundi úr
løgtinginum eina ábending um, hvat hetta valskeiðið hevur at
bjóða: Nógvar yvirtøkur eru festar í eitt samgonguskjal,
ríkisveitingin lækkar tey komandi árini og Javnaðarflokkurin
stendur á odda fyri eini fullveldissamgongu.



Eg gangi út frá, at
nógvir veljarar høvdu ikki roknað við, fyri tveimum vikum síðani,
at heilsanin frá nýggju samgonguni undir javnaðarleiðslu fór at
vera: ”Góðan 14. september”.






Helgi
Abrahamsen