Ja, vegleiðingin er raðfest og styrkt!


Herfyri læt Vegleiðingarstovan upp á Hoydalsvegi 1, og endamálið er lýst soleiðis á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýringum: “karrieruvegleiðing eigur at verða lætt atkomilig hjá øllum borgarum í Føroyum, og brúk er fyri eini meira samanhangandi vegleiðingarskipan, sum ger gagn av vitan og førleikum, sum í dag liggja meira og minni avbyrgd úti á skúlum, hjá myndugleikum, stovnum og øðrum runt í landinum. Tí verður nú farið í holt við ein a royndarverkætlan at savna verandi vegleiðingartænastur í eina skipan, sum kann tryggja samvirkan og samstarv, og sum eisini fær eitt fysiskt stað.”




Í samgonguskjalinum hjá CEF stendur: “Samgongan vil menna lestrarvegleiðing og stovna skipan, ið skal byggja brúgv millum fólkaskúlan og miðnám kring alt landið.”
Og: “Útbúgvingarpolitikkurin byggir á hugsjónina um lívslanga læru, og farið verður í holt við at fyrireika at seta á stovn vaksnamannaútbúgving. Neyðugir tættir í eini tílíkari skipan eru lívslong vegleiðing og førleikameting eins og ymisk sløg av førleikamenning og eftirútbúgving.”



Samgongan hevur raðfest førleikametingina, sum fór í gongd í fjør, og grundað á góðu royndirnar er verkætlanin júst longd. Harafturat er semja gjørd við Arbeiðsgevarafelagið, Handverksmeistarafelagið og við handverkarafeløgini og Starvsmannafelagið um, at trípartarsamráðingar skulu byrja í heyst um eina Vaksnamannaútbúgvingarskipan.
Í sambandi við ta fyrstu trípartasemjuna innan hetta økið, so samdust partarnir um eina felags verkætlan við felags fígging at kunna um, vegleiða til og marknaðarføra yrkisútbúgvingar. Verkætlanararbeiðið er farið í gongd.



Eg hoyrdi eitt gleps í einum miðli ein dagin, um at skúlavegleiðingin varð uppraðfest. Og ja, tað er við stórari gleði og við stórum nøgdsemi, at eg kann siga: ja, skúlavegleiðingin er styrkt, tí hon er ein týdningarmikil liður í heildarætlanini fyri at styrkja vegleiðing til frama fyri starvsleiðina og møguleikarnar hjá borgarum í Føroyum; hetta at rúmd verður fyri at arbeiða við eitt sindur yngru flokkunum og samstarva við partarnar uttanfyri skúlagátt um evnið “útbúgvingar- og yrkisval”.



Hendan samgongan hevur veruliga gjørt og framt nógv av tí, sum hon lovaði, og sum hon niðurfeldi í samgonguskjalið.
Framsókn bjóðar seg fram at framhaldandi fremja veruligan munagóðan politikk – eisini innan útbúgvingarøkið, eins og vit hava gjørt hetta valskeiðið.



Eg eri til taks samskifta um okkara politikk, og seti tykkara stuðul til valið, 31.august, ómetaliga høgt.
Hanna Jensen