Ítrottarhøllin skal gerast liðug

 Høllin var harðliga tiltrongd tá ið hon enduliga stóð liðug. Tað var ein
stórur dagur fyri allan Kollafjørð, serliga lokala ítrottarfelagið KÍF.



Tilgongdin frá
spakin var settur í til høllin stóð klár var long og strævin. Eg trúgvi ikki at
nógv ung í dag geva sær far um hvat fortíðin var. Eg havi verði til venjing
inni á Skála og Vestmanna í øllum veðrið og eftir samanleggingina við
høvðusstaðar kommununa og meðan høllin stóð í gerð, var vænt í Hoyvík. Ja
dystir á stevnum vóru úti í skúlagarðinum á asfalti. Hetta eru karmar ígjøgnum
øll míni barnaár sum hondbóltsspælari hjá KÍF, tá ið venjing ikki var inni í
lítlu samerandi fimleikarahøllini, har tað eina liði altíð endaði við at verja
eitt fótbóltsmál, fyllir næstan alla høllina!!



Hallarstuðlar,
sum var sjálvboðin felagsskapur úr Kollafirði, eiga stórt rós og æru uppiborið,
av tí framgongd KÍF hevur havt í hesum sambandið. Hetta var berandi orkan í
byggingini.



MEN…





Í dag vit kunna líta aftur frá ár 2020 so er nógv hent á hesum økið, men
onki komið butur úr. Vit tosa um eitt langt tíðarskeið. Samkomuhøllin er
framvegis ikki liðug.



Tað er
nógvur peningur ið er settur av til høllina tilsamans. Men teir koma bara
norður at venda áðrenn teir fara suður aftur og soleiðis hevur karusellin koyrt
runt líka síðan.

Í grein á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu frá 27 feb. 2012 verður enn ein
ætlan um innrætting av ovaru hæddini lýst. Vit skriva 2020 og enn er onki hent.
Full útgáva av greinini liggur her á síðuni.



Hetta er eisini
ein samkomuhøll. Tó eru onnur enn ítrottar tiltøk fáment. Køkurin sum ikki kom
fyrrenn í 2017, er ikki hóskandi køkur til stór tiltøk. Eg veit hetta, tí
køkurin bleiv settur upp beint undan brúðarveitsluna hjá konuni og mær, ið var
hildin har. Peningurin ið var settur av til køkin var minkaður tá ið hann
skuldi keypast. At leiga høllina var ikki nokk, køkurin í
arbeiðsmannafelagshúsinum mátti eisini leigast, skuldi veitslan ikki
misseydnast. Tit kunna hugsa tykkum hvat kokkar og arbeiðsfólk hugsaðu tá ið
tey sóu hvat stóð fyri teimum. Men hetta eru kollfirðingar vorðnir vanir við.
Var tað ikki fyri framúr hjálp frá hallarvørðinum hjá okkum, hevði verði heilt
galið. Hann er passioneraður og ábyrgdarfullur fyri sítt arbeiði, og tær
veitslurnar sum hava verði, hava havt sera stórt gagn av hesum.



Kollafjørður
hevur stóran tørv á høllini. Ein stórur varði eru í teimum 1000 tals tímum
kollfirðingar hava arbeitt ókeypis fyri, at høllin kundi gerast verðuleiki, tí
kommunan vildi ikki gjalda kostnaðin.



Hetta kann
høvðusstaðar kommunan ikki bjóða sínum borgarum.

Eitt umfatandi arbeiði er ígongd í løtuni, við at gera rúm at húsa
styrkiðvenjing og tílíkum. Men tað er bara spurningur um tíð so eru vit aftur í
tí gamla. So tað er tørvur á eini hugburðbroyting hjá avarðandi mynduleika í
kommununi. Lat okkum ikki steðga upp í tí ómøguliga. Lat okkum heldur brúka tað
sum motivatión til, at venda stirvnu gongdini til møguleika.

Høllin skal hava tær umstøður slíkt umhvørvið hevur tørv á til ítrott og
samkomu.

Høllin í Kollafirði skal dagførast nútíðini.



 



Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað



Fylg mær á
míni valsíðu á facebook – les greinar – sí myndir og LIVE innsløg – set
spurningar



Síðan
eitur: Bergur Robert Dam Jensen í Tórshavnar Býráð 10 nov. 2020